Ferðaleiðaraskeið

Fyrsta ferðaleiðaraskeiðið byrjaði á Miðnámi í Vestmanna fyrst í september mánaða í fjør.Tá freistin at søkja inn á skeiðið var úti, høvdu 63 umsøkjarar søkt um upptøku, og 24 av hesum vórðu tiknir inn.

Ferðaleiðaraskeiðið er umleið 200 undirvísingartímar tilsamans, har umleið tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing, meðan seinasti triðingurin er skipaður í nøkrum vikuskiftum sum skeið, vitjanir og túrar. Ástøðiliga undirvísingin er skipað sum kvøldundirvísing eitt kvøld um vikuna. Málbólkurin eru fólk, sum eru 21 ár og eldri, og sum ætla sær at virka sum ferðaleiðarar. Fyri at byrja á skeiðnum krevst ein ávísir málførleiki í einum ella fleiri fremmandamálum afturat teimum norðurlendsku málunum.

Ferðaleiðaraskeiðið er lagað til føroysk viðurskifti, og tekur støði í føroyska umhvørvinum, so sum máli, mentan, fornminnum, samfelagnum, søgu, náttúru og djóra- og plantulívi. Eisini er frálæra innan framløgur og samskifti. Skeiðið endar við próvtøku í mei 2018.

Møguliga verður skipað fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði næsta vetur. Nærri kunning um hetta kemur út móti sumri.