Ferðavinna

Ferðavinnan er í stórum vøkstri, og er vorðin ein berandi vinnugrein í føroyska búskapinum.

Tí er stórur tørvur á fólki við útbúgving innan vinnuna. Ferðavinnan er ein tvørfagligur ídnaður, har starvsfólk innan flutningsfeløg, ferðaskrivstovur, gistingarhús, matstovur, søvn og kunningarstovur veita tænastur til ferðafólk.