Í dag varð Jóhan Hofgaard liðugur við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgving síni á Miðnámi í Vestmanna.
Seinasta árið hevur hann lært handverkið, sum tað eisini er, at undirvísa á einum miðnámsskúla í Føroyum. Í ítrótti var tað undir kønari vegleiðing frá Hans Mikkelsen og í Lívfrøði var tað saman við roynda lívfrøðilærarinum á Miðnámi í Vestmanna Fróða Skúvadal. Uttanhýsismetarin Kári Purkhús kom úr Klaksvík til høvið.
Frá Miðnámi í Vestmanna verður ynskt Jóhan hjartaliga tillukku og blíðan byrð á yrkisleiðini.