Mikudagin 9/6 fingu 23 ferðaleiðarar handað prógv á Miðnámi í Vestmanna.
Í allan vetur hava eru tey trúliga møtt í Vestmanna at læru um søgu, mentan, náttúru og framburð.
Hjartaliga tillukku øll somul .
Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.
Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.
Tórður Mikkelsen vitjar skúlan.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.