Røða hjá rektaranum Magnus Gaard til prógvhandanina á Miðnám í Vestmanna í dag.

Sjálvt um tey eru nøkur sum duga eins væl ella betur at rokna, enn tað sum tit hava lært á Miðnám í Vestmanna, so er tað eitt stríð fyri tey flestu, fari eg at loyva mær at gita. Tí hesi tølini, hvat eru tey í grundini fyri nakað. Vit hava súreplir, tummastokkar, skógvar og snúningar í eini gágguskel, men tøl ? Eru tey yvirhøvur til aðrastaðni enn í høvdinum á okkum sjálvum, tá ið vit royna at telja snúningarnar.

Mær dámdi í hvussu so er betri at hugsa um tølini enn at rokna uppá tey.

Ímyndi tykkum bara, at vit hava eitt tal fyri onki - eitt null. Ímyndið tykkum so eina støddfrøði uttan nullið. Tað undarligasta talið av øllum. Tað ber illa til ikki sannheit ?
Og júst sum holið í miðjuni á einum vanillukransi er týdningarmikið fyri at kunna vera ein vaniljukransur, er nullið krumtappurin í allari støddfrøði og kanska allari tilveruni sum hon er.

Og bæði tvey eru í sær sjálvum absolut onki. Eitt null, ella eitt hol.

Hugsið um tað, tá ið tølini gera lívið tungt fyri tykkum onkuntíđ, um tað so er á einari bankakonto ella í einum prógvi tey eru. Tey eru hóast alt ein av grundarsteinunum í øllum tí sum eyðkennir menniskju fram um allar hinar skapningarnar á jørðini. Skilið ella tann sunna fornuftin.

Tað eru ikki kenslur sum eru tað serliga menniskaliga sum onkur vil vera við, tað er skilið. Kenslur eru í øllum frá einari bakteriu til ein reyðmaðk ella ein summardáa. Men skil - neyvan.

Bara at hugsa sær, at Avogadro gamli kundi hugsa fram eitt tal, sum hevði við sær, at vit kunnu rokna okkum fram til, at tað eru 1,67 og so 21 nullir av vatnmýlum í einum regndropa. Ótrúligt ha ? Og er tað ikki júst hetta, sum er so frábært við bæði náttúruvísindum, skúlaskapi og lærdómi í síni heild. Og sum eg inniliga vóni at tit hava fingið eitt vet av inn undir húðina hesi trý árini tit hava gingið her á Miðnám í Vestmanna.

At tit eru mynduggjørd, og kunna fara út í eitt samfelag, sum sjálvstøðugar skilagóðar ungar streymgággur við dirvi at broyta tað sum skal broytast, ró at góðtaka tað, sum tit ikki fáa broytt og ikki minst nóg mikiđ av skili, at duga at skilja ímillum hesi bæði.

Og nú sita tit her á hesum hátíðardegi við hvør sínum skjali í hondini fullum av tølum. Og hatta undarliga nulliđ er eisini har. Er tað einsamalt er tað kanska ikki so gott, er tað frammanfyri okkurt annað tal er tað eitt sindur frægari og hevur tađ sníkt seg afturum eitt annað tal er tađ heilt gott. Og tað er so tað. Tit mugu bara minnist til, at tølini eru bara inni í okkara huga. At vit kunnu hugsa tey skal ikki forsmáast, men tit eru bara so øgiliga nógv meira enn hesi tølini tit standa við í hondini - tað mugu tit minnast til.
Tí ungi vakurleikin í tykkum øllum kann ikki setast upp í ein formil ella kann hann ?

Kendi miðaldarstøddfrøðingurin úr PISA Fibonachi, var hugtikin av júst hesum og royndi at seta vakurleikan uppí ein frymil og hvat er vakrari enn skelin á eini gággu - hugsađi hann. Av øllum føgrum skapum í dýrum og plantum er snyrilsskapið í mjáu reyðu skelini á einari streymgággu nakað av tí vakrasta - helt Fibonachi. Tí tølini hann seinni fann allastađni í vøkru livandi náttúruni sum vakurleikans tøl eru júst lutfallið ímillum breidd á snúningum í snyrilsskapinum á streymgágguskelini sjálvari.

So skulu tit endiliga hugsa um tøl hendan fagra dag tit fáa prógv, hugsiđ so um miðalið í próvnum hjá tykkum eina løtu og gleðist ella ergri tykkum um tað og latið tað so fara, tí tit fáa ikki broytt tað nú kortini. Hugsið so restina av lívinum um Fibonachi og at óansæð hvat, so innihalda tit tað fagrasta talið av øllum sum er lutfalliđ ímillum snúningarnar í skelini hjá tykkum.

Hjartaliga tillukku við próvnum øll somul.

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Ferðaleiðaraskeið

Miðnám í Vestmanna skipar fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum byrjar í august 2021 og endar í mai 2022. 

Les meira...

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...