Næmingar á Miðnámi luttaka í spennandi náttúruverkætlan á Kalsoynni.
 
Í einum størri lendisbata verkætlan, sum er fíggjað av Norðurlandaráðharraráðnum, luttaka næmingar á tilfeingisbreytini. Ætlanin er fyrst at kanna eina skriðu í Syðradali gjølla og síðani í 2024 og 2025 at gera ábøtur á skriðuna fyri at fáa gróður í hana aftur.
Verkætlanin er umframt at bøta um landbúnaðarlendi, eisini ein liður í at varðveita lívfrøðiligt margfeldi og binda kolevni í lívrunnum evnum í gróðri og mold. 
 
VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Marjun

Marjun er fyrrverandi næmingur á Miðnámi í Vestmanna

COP27

Næmingar á Miðnám í Vestmanna við í videofilmi, sum hevði frumframførslu á COP27 ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar í Egyptalandi.

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...