Hósdagin 7. november vitjaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og løgmaður, Bárður á Steig Nielsen við fylgi á skúlanum. Gestirnir vórðu móttiknir uttanfyri høvuðsinngongina, men tað var kalt í veðrinum, so farið varð inn um beinanvegin. Síðan fingu gestirnir eina stutta frágreiðing um skúlan, og farið varð m.a. inn í eina av skúlastovuna, har útsiktin er beint út á sjógv. Forsætisráðharrin helt fyri, at tað vóru ikki nógvir danskir miðnámsnæmingar, sum høvdu eina so vakra útsikt í skúlatíð.
Næmingarnir høvdu undan vitjanini fyrireika nakrar spurningar at seta forsætisráðharranum og løgmanni. Hesar spurningar fingu tey svaraðar, tá gestirnir sessaðust við eitt borð í matstovuni frammanfyri næmingunum.