Nú byrjar enn eitt skúlaár á Miðnám í Vestmanna.

Eg fari fyrst at ynskja tykkum hjartaliga vælkomin aftur í skúla. Vónandi hava tit havt eina góða summarferiu hóast umstøðurnar hava verið avmarkandi fyri okkum øll.

Orsaka av íkomnu coronastøðuni eftir ólavsøku er fyrsta vikan av skúlaárinum øðrvísi, enn hon plagar at vera og øðrvísi enn nýggju næmingarnir fingu fráboðan um í svarskrivinum, tá tey vóru tikin upp.

1. flokkur møtir mánamorgunin 17/8 kl 10:00 á Miðnám í Vestmanna. Skipað verður fyri innleiðslu fyri teimum í Vestmanna frá mánadegnum til mikudagin. Ætlaði túrurin til Tjørnuvíkar er avlýstur!

2. og 3. flokkur møta mikudagin 19/8 á netfundi í Google Meet, sum leiðslan kallar inn til. 2. flokkur kl 10:00 og 3. flokkur kl 11:00. Fjarundirvísing sambært tímatalvu er hósdagin 20/8 og fríggjadagin 21/8.

Magnus Gaard
Rektari

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...