Miðnám í Vestmanna skipar fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum byrjar 21. august 2019 og endar í mai 2020. Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og vera við í tvørfakligum samstarvi.

Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman av kravdum lærugreinum í skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er teoretisk undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Undirvísingin verður á Miðnámi í Vestmanna, mikukvøld kl.18.00 - 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur fylt 21 ár og hevur staðið gymnasialt miðnám. Umframt hetta skal umsøkjari hava góðan málsliga førleika í einum ella fleiri fremmandamálum í minsta lagi á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Fremmandamál eru onnur mál enn tey skandinavisku málini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við grundarlagi í eini upptøkusamtalu. 

Skeiðskostnaðurin er kr. 2000, sum skal rindast, áðrenn skeiðið byrjar. Freistin at søkja um upptøku er týsdagin 11. juni. Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: www.innskriving.fo

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, útbúgvingarleiðara Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á tlf. 225215

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini

Annika Larsen Black

 annika larsen black

alb@miv.fo

+ 298 225215