Nú fyrstu alilærlingarnir í Føroyum eru um at enda 1. skúlaskeið og fara út aftur á arbeiðsplássini, fara alifyritøkurnar at søkja eftir alilærlingum at byrja á 1. skúlaskeiði í august í ár. Bakkafrost lýsir eftir alilærlingum við freist at søkja tann 15. mars 2023, og væntandi fara hinar fyritøkurnar eisini at søkja eftir lærlingum um heilt stutta tíð.
Til ber at síggja lýsingarnar eftir alilærlingum á heimasíðunum hjá alifyritøkunum, á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum umframt á øðrum heimasíðum eisini.
Miðnám í Vestmanna gleðir seg at taka ímóti nýggju lærlingunum um hálvan august.
Næmingar á Miðnámi luttaka í spennandi náttúruverkætlan á Kalsoynni.
Í einum størri lendisbata verkætlan, sum er fíggjað av Norðurlandaráðharraráðnum, luttaka næmingar á tilfeingisbreytini. Ætlanin er fyrst at kanna eina skriðu í Syðradali gjølla og síðani í 2024 og 2025 at gera ábøtur á skriðuna fyri at fáa gróður í hana aftur.
Verkætlanin er umframt at bøta um landbúnaðarlendi, eisini ein liður í at varðveita lívfrøðiligt margfeldi og binda kolevni í lívrunnum evnum í gróðri og mold.
Kom á Miðnám í Vestmanna sunnudagin 25. sept. kl. 16, har ársins bókaverk "Fuglar okkara" verður lagt fram. Tað verður hugnaløta av teimum stóru.
Myndatakarin Silas Olofson og lívfrøðingurin Jórun Poulsen greiða frá bókini og vísa sjaldsamu og hugtakandi myndirnar á stórskíggja.
Til ber at keypa bókaverkið, og 2. flokkur selur kaffi og vaflur at hugna sær við henda sunnudagsseinnapartin.
Øll eru hjartaliga væl komin til framløguna.
Nú hava vit havt skúlagongd á Miðnámi í Vestmanna í tvær vikur, og vit eru komin væl í gongd.
Umframt miðnámsflokkarnar á Tilfeingisbreytini og ferðaleiðaraskeiðið er nýggja aliútbúgvingin farin av bakkastokki.
9 alilærlingar eru byrjaðir, og teir koma at hava sína dagligu gongd á Miðnámi fram til januar 2023, tá ið tey fara út á læruplássini at nema sær verkligan kunnleika, áðrenn teir koma aftur í skúla í januar 2024.
Lærlingarnir hava allir fingið lærusáttmála á einari av teimum trimum alifyritøkunum Mowi, Luna og Bakkafrost.