Hevur tú hug at undirvísa í føroyskum á Miðnám í Vestmanna ?

Hevur tú hug at royna at undirvísa eitt sindur á einum lítlum hugnaligum miðnámsskúla næsta skúlaár og hevur lisið føroyskt, so fáa vit tørv á einum lærara, at undirvísa 2. flokki á Miðnám í Vestmanna í føroyskum skúlaárið 2021-2022.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 7. mai.

Send eina umsókn til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., um hetta hevur tín áhuga

Um tú hevur spurningar um skúlan ella til starvið, ert tú eisini vælkomin, at seta teg í samband við skúlan á tlf. 210479.