Í sambandi við Vestmannadagarnar 2021, sum vera í døgunum 6. - 12. september vera eisini tiltøk á Miðnámi.

verkid i botni

Elorka í 100 ár

SEV skipar fyri myndaframsýning í samband við, at 100 ár eru liðin, síðani Føroya fyrsta vatnorkuverk varð tikið í nýtslu í Botni í Vági.

Framsýningin er opin mánadag - fríggjadag kl. 15.00 - 19.00.

bilvask

Bilvask, biografur v.m.

Í samband við innsavnan til námsferð skipa næmingar á Miðnámi fyri ymsum tiltøkum leygardagin 11. september.

Kl. 16:00 Bilvask byrjar (kr. 250 uttan, kr. 150 innan og kr. 350 fyri bæði.)
Kl. 16:00 Kaffisøla byrjar (Kaffi kr. 10, vaflur kr. 15, køka kr. 20. Tilboð Kaffi + vafla kr. 20)
Kl. 16:00 Tombola
Kl. 17:00 Barnabio- “How to Train your Dragon” (Kostnaður: 50 kr.)
Kl. 19:00 Barnabio- “Kung Fu Panda” (Kostnaður: 50 kr.)