Í viku 38 var 3. flokkur á MIV á námsferð í Keypmannahavn.

Hóast vit halda okkum kenna Keypmannahavn, so var nógv nýtt at síggja og uppliva, m.a.:

  • Rosenborg Slot, Marmorkirken, Amalienborg Slotsplads, Maersk springvatnið og Operahúsið
  • Rundatorn og Kanalrundferð var sjálvandi eisini á skránni.
  • Teknisk Museum í Helsingør, har m.a. cyklotronin hjá Niels Bohr er framsýnd
  • Frilandsmuseet. Sera áhugavert var at síggja eini hús, hjall, sornhús og myllu úr Múla standa har saman við húsum og bygningum úr øðrum norðurlondum. Her sóu vit, hvussu forfedrar okkara í norðurlondum hava liva og haggreitt teirra tilfeingi.
  • Medicinsk Museum, har ið vit m.a. sóu tað fyrsta auditorium, har ið donsk læknalesandi fingu undirvísing.

Eina hugnaliga og stuttliga vitjan skuldu vit eisini hava, so vit fóru í Tivoli og víðari í Cirkusbygningin at fáa okkum ein Showdinner.

Dagarnir vóru væleydnaðir og fingu vit nógv burturúr bæði fakliga og socialt.

1

3

7

8

5

5