Í viku 39 var 2. TIF á námsferð í Reykjavík.

Á fyrsta degnum skipaðu næmingarnir fyri einum gongutúri í býnum. Leiðin gekk fram við Hallgrímskirkjuni, eftir ælabogagøtuni oman í býin, og endaði í tjóðleikhúsinum Hørpuni. 

Morgunin eftir var farið til Grindavíkar, har ið vitjað var á Fiskitækniskóla Islands, har ið vit fingu frágreiðing um søgu skúlans og eisini um jarðfrøði Íslands, sum í hesum ári hevur verið serið viðkomandi. Eitt nýtt eldgos hevur tikið seg upp, bert 9 km frá Grindavík! Tey hava merkt jarðskjálvtar í alt vár, og hetta var eisini nakað sum vit merktu fleiri ferðir á ferðini. Vit vitjaðu eisini eitt trolvirkið, sum er partur av skúlanum. Síðani lá leiðin út á Reykjanes, har ið sera nógv gosvirksemi er. Koyrt var framvið tí kenda Bláa lónið. 

Triðja dagin var vitjan á University of Reykajvík á skránni, har ið Jóhanna og Brynhild tóku ímóti og vísti runt. At koma til universitetið vísti seg at verða ein avbjóðing, tá ið frástøðurnar í Reykjavík eru nakað longri enn í Vestmanna. Tað gekk tó. Øll fingu hvørt sítt el rennihjól, kallað Hopp, og hetta riggaði óføra væl. Hví hesi eru bannaði í Føroyum, skilja vit ikki eftir hesa námsferð. 

Á fjórða degi fóru vit við bussi til Gullfoss, Geysir og Thingvellir. Hesin túrur er kallaður the Golden Circle, og er ein sera vælumtóktur túrur ímillum ferðafólk. Eisini vitjaðu vit eitt vakstarhús sum dyrkaði tomatir. 

Fríggjadagurin varð frídagur, og fólk nýttu høvið at shoppa, ganga túrar, svimja og annars bara slappa av. 

Leygardagin varð farið ein ríðitúr við Sólhestum. Ríðitúrurin gekk væl, sjálvt um onkur datt við hestinum. Eftir ríðitúrin vóru nógv rættuliga køld, so tá ið vit koma aftur til Reykajvíkar, var farið beint í spa. Hetta kom væl við, og fólk fingu góðan blund hesa náttina. 

Sunnudagin varð farið í kirkju, og upp í 74 metrar høga tornið við sera góðum útsýni yvir býin. Um kvøldið arbeiddu næmingarnir við framløgum um tey evnini, sum tey høvdu fingið útlutað, áðrenn ferðina. Framløgurnar vóru hildnar í samkomusalinum á Ørkini, og riggaði hetta sera væl. 

Eftir eina væleydnaða námsferð í Reykjavík, komu vit eftir seinkanir heim um náttina týsdagin 05 oktober. 

222222