Kundi tú hugsað tær at tikið ferðaleiðaraskeið? So er nú møguligt at søkja um upptøku.

Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðarar og kunna luttaka í tvørfakligum samstarvi.

Skeiðið byrjar í august og endar í mai/juni. Undirvísingin fer fram á Miðnámi í Vestmanna eitt kvøld um vikuna, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Les meira um ferðaleiðaraskeiðið her.

Innskrivingin fer fram á innskriving.fo

Seinasta freist at søkja um upptøku er 9. juni 2022.