Náttúrutilfeingi er á skemanum hjá næmingunum í 3. flokki allar tímarnar hvønn fríggjadag. Tí liggur væl fyri at skipa undirvísingina úti í náttúruni teir dagarnar, tá veðrið er til vildar.

Herfyri vitjaði 3. flokkur úti í Mykinesi saman við læraranum Samson Højggard, sum undirvísir í fakinum tilfeingi á A-stigi saman við Magnusi Gaard.