Boðini eru, at skúlar framvegis skulu verða stongdir fyri vanligari undirvísing fram til páskirnar. Fyri okkum á Miðnám í Vestmanna merkir tað, at vit halda fram við fjarlestri til og við fríggjadagin 3 apríl. Tá er páskaferia.

Páskaferian er frá 4 apríl og fram til og við annan páskadag, sum er 13 apríl!

Fjúrtanda apríl byrjar vanlig skúlagongd aftur, um ongin onnur boð eru komin frá myndugleikunum til tað tíð.