Nú er ætlan løgd fyri, hvussu skúlin varisliga verður latin eitt sindur upp.
Í fyrstu syftu verður talan einans um at gera nakrar starvsstovuroyndir og venjingar, sum ikki hevur verið møguligt at gjørt, meðan neyðundirvísing hevur verið. Boð verða givin næmingunum so hvørt tey eiga tørn at gera hesar royndir og venjingar.
Fjarundirvísingin heldur fram sum higartil í undantaksstøðuni.

Farið verður til próvtøku í summar eftir hesum leisti:

3. flokkur:

Seinasti undirvísingardagur hjá 3. flokki er fríggjadagin 15. mai.
Síðan verða tvær próvtøkur, ein skrivlig og ein munnlig. Øll skulu til próvtøku í skrivligum føroyskum og øll skulu til munnliga próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum hjá Próvstovuni.
Í restini av lærugreinunum, sum eru trektar til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. Ársmet og endalig próvtøkuætlan verða kunngjørd 15. mai.

1. og 2. flokkur:

Seinasti undirvísingardagur hjá 1. og 2. flokki er fríggjadagin 5. juni.
Eingin próvtøka verður í ár.
Í lærugreinunum, sum eru trektar til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. Ársmetini verða kunngjørd 5. juni. Vanligar ársroyndir verða ikki í ár. Tó kann skúlin skipa fyri skrivligum og/ella munnligum royndum umvegis netið.

Seinasti skúladagur fyri allar flokkar er fríggjadagin 26. juni.

Nærri kunning fæst eisini á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum www.uvs.fo.