Í dag hevur 2. flokkur verið útferð í føroyskum og søgu.
Vit vóru í Vágum og í Havn og vitjaðu m. a. krígssavnið, húsini í Kálvalíð og Hýsisá, har Mikkjal á Ryggi hevur rist eitt ørindi niður í helluna. Eisini vitjaðu vit kirkjuna í Sandavági.
Í Havn gingu vit í fótasporunum hjá Beintu og Barbaru á Reyni, áðrenn vit fóru til føroysktlæraran til pannukøkur, sum søgulærarin gjørdi.
So áhugavert at vera á námsferð í Føroyum:)