Fríggjadagin 25.09 skipaðu toymisbólkurin hjá 1. flokki fyri einari fiskikapping. Næmingarnir vóru bidnir um at hava tráðu við, og toymi skaffaði nakrar tráður eisini. Fiskikappingin byrjaði kl. 12:35, og tá sloppu næmingarnir út at fiska við kaiina við skúlan. Tey, sum ikki fiskaðu, vóru inni og bakaðu pannukøkur.

Fiskikappingin var liðug kl. 13:20, og tá vóru fiskarnir vigaðir. Páll og Ari fingu fyrsta plássi við 20,85 kilo av fiski, Jógvan Sigurd fekk annað plássið við 14,22 kilo av fiski og Helena fekk triðja plássið við 12,56 kilo av fiski. Bára og Ronja høvdu longsta fiskin, 82,5 cm. Hesi fingu øll vinningar. Síðani ótu øll pannukøkur og hugnaðu sær saman.

Fiskikapping20 02

Fiskikapping20 03

Fiskikapping20 04

Fiskikapping20 05

Fiskikapping20 06