KOMANDI VIKA - 24/8
Í komandi viku, verður øll undirvísing á Miðnám í Vestmanna í skúlanum!
Um nakar er smittaður, ella í sóttarhaldi, skal viðkomandi sjálvandi ikki koma í skúla.
Í komandi viku, verður øll undirvísing á Miðnám í Vestmanna í skúlanum!
Um nakar er smittaður, ella í sóttarhaldi, skal viðkomandi sjálvandi ikki koma í skúla.
Nú byrjar enn eitt skúlaár á Miðnám í Vestmanna.
Eg fari fyrst at ynskja tykkum hjartaliga vælkomin aftur í skúla. Vónandi hava tit havt eina góða summarferiu hóast umstøðurnar hava verið avmarkandi fyri okkum øll.
Fríggjadagin 26. juni var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna. Hesir næmingar, sum hava gingið á gymnasialu tilfeingisbreytini seinastu 3 árini, fingu prógv:
Bjørk Fossdal, Bjørt í Niðristovu, Eyðgerð Mikkelsen, Hjørdis Atladóttir Jensen, Maiken Hammer, Maria á Rógvu de Lopèz, Petra Jansdóttir, Rakul Helgadóttir, Ragnhild Klæmintdóttir Jacobsen, Rebekka Maria Joensen, Símun Witt Jørgensen.
Fyrsti flokkur var í Havn 27. mai, har vit vitjaðu á 7 politiskt týdningarmiklum støðum:
1: Løgtingið (lóggevandi valdið), 2. Tinganes (Útinnandi valdið), 3: Dómhúsið (Dømandi valdið), 4: Ríkisumboðið (Ríkisfelagsskapurin), 5: Kringvarpið ((4. statsvaldið), 6: Norðurlandahúsið (Norðurlandaráðið), 7: Tórshavnar býráð (Kommunurnar).