Fyrsta pisan í ár
- Detaljer

Fyrsti næmingur, sum fekk húgvuna á Tilfeingisbreytini í ár, Marjun H. Niclassen, var til endaliga próvtøku í lívfrøði í dag.
Úrslitið hjá Marjun var sera gott, eins og til allar undanfarnar próvtøkur.
Fyrsti næmingur, sum fekk húgvuna á Tilfeingisbreytini í ár, Marjun H. Niclassen, var til endaliga próvtøku í lívfrøði í dag.
Úrslitið hjá Marjun var sera gott, eins og til allar undanfarnar próvtøkur.
Mikudagin 9/6 fingu 23 ferðaleiðarar handað prógv á Miðnámi í Vestmanna.
Í allan vetur hava eru tey trúliga møtt í Vestmanna at læru um søgu, mentan, náttúru og framburð.
Hjartaliga tillukku øll somul .
Við skúlaárslok hevur 1. flokkur á Miðnámi í Vestmanna arbeitt við myndagreining í føroyskum, og vit hava verið ein túr ígjøgnum føroyska myndlistasøgu. Í hesum sambandi hava vit verið á vitjan á Listasavninum, har listfrøðingur vísti okkum runt og greiddi okkum frá listafólkum og verkum, ið vit hava arbeitt við.
Føroysk myndlist lýsir Føroyar og lívið her úr ymiskum sjónarhornum og er sera spennandi at arbeiða við.
Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.
Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.
Tórður Mikkelsen vitjar skúlan.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.