Broyting í sundurbýtinum av skúlanum
- Detaljer
Avgjørt er, at nú er vandin at nøkur Coronasmitta fer at spjaða seg á Miðnám í Vestmanna so lítil, at fyrsti flokkur fer inn í vanligu skúlastovuna at fáa undirvísing frá næstu viku.
Avgjørt er, at nú er vandin at nøkur Coronasmitta fer at spjaða seg á Miðnám í Vestmanna so lítil, at fyrsti flokkur fer inn í vanligu skúlastovuna at fáa undirvísing frá næstu viku.
Í komandi viku, verður øll undirvísing á Miðnám í Vestmanna í skúlanum!
Um nakar er smittaður, ella í sóttarhaldi, skal viðkomandi sjálvandi ikki koma í skúla.
Nú byrjar enn eitt skúlaár á Miðnám í Vestmanna.
Eg fari fyrst at ynskja tykkum hjartaliga vælkomin aftur í skúla. Vónandi hava tit havt eina góða summarferiu hóast umstøðurnar hava verið avmarkandi fyri okkum øll.
Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.
Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.
Tórður Mikkelsen vitjar skúlan.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.