16 prógv á tilfeingisbreytini
- Detaljer

Fríggjadagin 28. juni var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna. Hesir næmingar fingu prógv, sum hava gingið á gymnasialu tilfeingisbreytini seinastu 3 árini:
Fríggjadagin 28. juni var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna. Hesir næmingar fingu prógv, sum hava gingið á gymnasialu tilfeingisbreytini seinastu 3 árini:
Í dag er seinasta próvtøkan hjá næmingunum á Miðnámi í Vestmanna, sum fáa prógv í summar.
Anna Kristina Thomassen var tann fyrsta, sum fekk húgvuna á høvdið. Á myndini hevur dótturin Ranja Ró eisini fingið húgvu.
Próvhandan verður fríggjadagin 28. juni kl. 14.
Stórur áhugi hevur verið fyri ferðaleiðaraskeiðnum, sum Miðnám í Vestmanna lýsti við herfyri. Skúlin fekk 34 umsóknir um at byrja á skeiðnum, men pláss er bara fyri 24 fólkum.
Fyri at nøkta tørvin í ferðavinnuni og áhugan hjá teimum, sum ynskja at gerast ferðaleiðari, vónar skúlin at kunna fara undir eitt nýtt ferðaleiðaraskeið komandi ár.
Próvhandan á Miðnámi í Vestmanna verður fríggjadagin 28. juni kl. 14.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.