Skúlin jólapyntaður
- Detaljer

Í morgun settu næmingarnir í 1. flokki jólatræið upp á skúlanum, sum siðvenja hevur verið seinastu árini um hesa tíðina. Eisini prýddu tey við hjørtum og jólaperum ymsastaðni í felagshølunum.
Í morgun settu næmingarnir í 1. flokki jólatræið upp á skúlanum, sum siðvenja hevur verið seinastu árini um hesa tíðina. Eisini prýddu tey við hjørtum og jólaperum ymsastaðni í felagshølunum.
Hósdagin 21. november millum kl. 15-18 vitja fólk frá Vegleiðarastovuni á Miðnámi í Vestmanna, har tað ber til at spyrja tey um alt, sum hevur við lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar at gera.
Tiltakið er alment, og tað eru Hans Mikkelsen og Deirdre Hansen, sum koma at vegleiða á skúlanum.
Hósdagin 7. november vitjaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og løgmaður, Bárður á Steig Nielsen við fylgi á skúlanum. Gestirnir vórðu móttiknir uttanfyri høvuðsinngongina, men tað var kalt í veðrinum, so farið varð inn um beinanvegin. Síðan fingu gestirnir eina stutta frágreiðing um skúlan, og farið varð m.a. inn í eina av skúlastovuna, har útsiktin er beint út á sjógv. Forsætisráðharrin helt fyri, at tað vóru ikki nógvir danskir miðnámsnæmingar, sum høvdu eina so vakra útsikt í skúlatíð.
Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.
Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.
Tórður Mikkelsen vitjar skúlan.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.