Fullteknað ferðaleiðaraskeið
- Detaljer

Stórur áhugi hevur verið fyri ferðaleiðaraskeiðnum, sum Miðnám í Vestmanna lýsti við herfyri. Skúlin fekk 34 umsóknir um at byrja á skeiðnum, men pláss er bara fyri 24 fólkum.
Fyri at nøkta tørvin í ferðavinnuni og áhugan hjá teimum, sum ynskja at gerast ferðaleiðari, vónar skúlin at kunna fara undir eitt nýtt ferðaleiðaraskeið komandi ár.