Næmingar læra at seta mørk
- Detaljer

Í dag var tiltakið "Vika sex 2019" við undirheitinum “MERK MØRK” á Miðnámi í Vestmanna, har næmingar lærdu at seta síni egnu mørk og at virða mørkini hjá øðrum. Bárður Persson og Jákup Dahl framførdu smáar leikir til tiltakið, og næmingarnir høvdu høvi at tosa við tey, sum skipaðu fyri. Næmingarnir luttóku eisini í spurnarkanning og fingu ymiskt tilfar, sum gjørdi tey tilvitaði um at at kenna mørk hjá øðrum og at kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.