Tilfeingisbasarur
- Detaljer

Mikudagin 19. september verður tilfeingisbasarur v.m. á skúlanum
Næmingar í 2. flokki á tilfeingisbreytini skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við Vestmannadagarnar.
Mikudagin 19. september verður tilfeingisbasarur v.m. á skúlanum
Næmingar í 2. flokki á tilfeingisbreytini skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við Vestmannadagarnar.
Náttúrutilfeingi er á skemanum hjá næmingunum í 3. flokki allar tímarnar hvønn fríggjadag. Tí liggur væl fyri at skipa undirvísingina úti í náttúruni teir dagarnar, tá veðrið er til vildar.
Herfyri vitjaði 3. flokkur úti í Mykinesi saman við læraranum Samson Højggard, sum undirvísir í fakinum tilfeingi á A-stigi saman við Magnusi Gaard.
Í dag byrjaði ein nýggjur flokkur á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna. Í flokkinum eru 15 næmingar, 11 gentur og 4 dreingir. Næmingarnir koma úr Vestmanna, Vágum, av Signabø, Toftum og úr Havn.
Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.
Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.
Tórður Mikkelsen vitjar skúlan.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.