Opna leita
Opna menu Opna menu

Felags kunning

Um gerandisdagin á Miðnámi í Vestmanna

Nógv fólk - bæði næmingar, lærarar og starvsfólk - hava sína dagligu gongd á Míðnámi í Vestmanna.

Vit leggja stóra orku í at øll skulu trívast og fáa tað burturúr, sum tey eiga. Fyri at náa hesum málsetningi er neyðugt at hava nakrar reglur at virka undir.

Frítíðarætlan 2023-2024

Les meira um Frítíðarætlan 2023-2024 Les meira um Frítíðarætlan 2023-2024


Fyrsti skúladagur:                   mik. 16. august
Heystfrítíð:                               ley. 7. oktober – sun. 15. oktober
Jólafrítíð:                                  ley. 16. desember - týs. 2. januar
Páskafrítíð:                               ley. 23. mars - mán. 1. apríl
Flaggdagur:                              hós. 25. apríl
Dýri biðidagur:                         frí. 26. apríl
Kristi Himmalsf.:                       hós. 9. mai
Seinasti undirvísingardagur: frí. 17. mai
Seinasti skúladagur:                frí. 28. juni (prógvhandan)
Summarfrí:                                 ley. 29. juni

Allir dagar nevndir omanfyri eru frídagar (tó ikki seinasti undirvísingardagur!).
199 skúladagar smb, § 46 í UV-kunngerðini.

Magnus Gaard
rektari

Lestrarkafé

Les meira um Lestrarkafé Les meira um Lestrarkafé

Øll eru vælkomin á hugnaligu lestrarcaféina, sum er hvønn týsdag og mikudag, báðar dagar kl. 14.15 - 16.00. Her ber til at fáa hjálp til skúlating og innlatingar, umframt ein góðan miðmála.

Týsdagar skipar Mai L. Simonsen, støddfrøðilærari, fyri.
Mikudagar skipaar Barbara Marinardóttir, føroysktlærari, fyri.

Lestrar- og skilhaldsreglur

Les meira um Lestrar- og skilhaldsreglur Les meira um Lestrar- og skilhaldsreglur

Lestrar- og skilhaldsreglur skúlans hava til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og reglurnar skulu stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Hetta merkir, at lærarar og næmingar virða hvønnannan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum. Øll skulu fara væl um høli, innbúgv, tól og útgerð skúlans.

Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja teimum.

Reglurnar eru gjørdar við heimild í kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013.


Lestrarreglur

Lestrarvirkni og luttøka

Tað er møtiskylda á Miðnámi í Vestmanna. Næmingar skulu møta rættstundis. Roknað verður við, at øll hava virðing fyri undirvísingini, og fara ikki úr flokshølinum uttan loyvi, meðan undirvíst verður. Hetta merkir m.a.:

  • at vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan,

  • at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv,

  • at taka lut í undirvísing, sum er skipað sum námsferð ella líknandi, og

  • at taka lut í allari aðrari undirvísing t.d. sjálvstøðugum arbeiði og fjarundirvísing, sum er løgd til rættis og sum er partur av samlaðu undirvísingini.

Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

Eftir umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at vera til staðar, um rektarin metir, at næmingurin ikki er likamliga virkisførur. Er manglandi virkisførleikin ikki eyðsýndur, kann skúlin biðja um læknaváttan, sum næmingurin rindar fyri. Sama er galdandi fyri næmingar, sum av øðrum orsøkum søkja um frítøku.

Somu reglur eru galdandi, tá ið talan er um fjarundirvísing.

Frávera
Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Frávera frá tímum og innlatingum verður skrásett. Øll frávera verður skrásett – eisini sjúka, tannlæknavitjan og um næmingar koma ov seint.

Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru, kann honum verða noktað uppflyting í næsta flokk.

Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.

Lærarar hava skyldu at skráseta uppmøting og innlating av skrivligum avrikum í Classter. Næmingar hava skyldu til at eftirhyggja skrásetingina, og beinanvegin boða frá, um feilur er í skrásetingini.

Úrvalsíðkarar
Næmingar, sum venja nógv, eru á einum landsliði ella í einum bruttohópi, hava ofta brúk fyri loyvdari fráveru í samband við ítróttin. Fyri at koma undir skipanina, skal næmingurin senda umsókn til ÍSF, sum saman við skúlanum kann geva næminginum ítróttarliga góðkenning.
Tú kanst lesa meira um skipanina á www.uvs.fo/urval

Verður næmingur ikki góðkendur sum úrvalsíðkari, kann næmingurin søkja skúlan um at koma undir skipanina við 10 daga øktari fráveru í samband við at umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan (Rundskriv nr. 9004 frá 27. oktober 2016). Sí niðanfyri.

Frávera í samband við altjóða kappingar/tiltøk
Rundskriv nr. 9004 frá 27. oktober 2016 ásetur, at 10 skúladagar í einum skúlaári er mest loyvda frávera hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan. Hendan skipanin er galdandi fyri tey, sum ikki eru góðkendir úrvalsíðkarar. Næmingar skulu í hvørjum einstøkum føri lata skúlanum haldgóða fráboðan/umsókn frá avvarðandi stovni/sersambandi í góðari tíð frammanundan. Rektarin tekur síðan støðu til, um fráveran kemur undir 10-daga regluna um “loyvda fráveru”.

Agatiltøk fyri vantandi uppmøting og vantandi skrivligar innlatingar:
Rektarin hevur ábyrgd av at meta um, um átøk skulu setast í verk móti næmingum, sum ikki røkja sínar skyldur. Skrásetingar eru galdandi fyri eitt skúlaár í senn. Meting um átøk skal í hvørjum einstøkum føri byggja á óheftu fráveruskrásetingina, upplýsingar um orsøkir til fráveruna og kunnleika skúlans um heildarstøðu næmingsins.

Hesi átøk eru galdandi á Miðnámi í Vestmanna:

Námsfrøðilig ábreiðsla: Fer frávera upp um 10% av lisnum tímum/skrivligum innlatingum í einstøku lærugreinini ella upp um 8% av samlaðu lisnu tímunum, gevur rektarin næmingi rættleiðing og námsfrøðiliga ábreiðslu.

Skrivlig ávaring: Tekur næmingur ikki námfrøðiliga ábreiðslu til eftirtektar, fær hann skrivliga ávaring. Í ávaringini verður hann biðin um at fáa uppmøting og/ella skrivligar innlatingar í rættlag. Hetta er ein treyt fyri at kunna halda fram á skúlanum. Er næmingurin ikki myndugur, tryggjar skúlin sær, at foreldrini fáa boð um støðuna.

Burturvísing: Tekur næmingur ikki skrivligu ávaringina til eftirtektar, verður hann vístur burtur av skúlanum.

Svik við innlatingum
Um lærari hevur illgruna um snýt í sambandi við skrivligar uppgávur, tosar hann við næmingin. Um lærarin metir, at talan er um uppgávu hjá øðrum næmingi ella avskrift av netinum ella annað snýt, kann lærarin lata rektaranum málið.

Er eingin ivi, verður ávaring givin alt fyri eitt. Verður brotið endurtikið, fer næmingurin til eyka ársroynd í lærugreinini ella fleiri lærugreinum. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast. Uppgávur, har stórur partur er avskrift av avrikum hjá øðrum ella egnum áður dømdum avriki, telja ikki sum innlatnar uppgávur.

Uppflyting í næsta flokk
Fyri at vera fluttur upp í næsta flokk skal næmingurin hava fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini. Uppflyting verður viðgjørd á fundi millum lærarar og rektara í endanum av skúlaárinum. Er miðal støðumetið undir markinum fyri at standa og mett verður, at næmingurin hevur fingið ov lítið burtur úr undirvísingini, kann rektarin nokta fyri at flyta næmingin upp í næsta flokk. Rektarin kann eftir umsókn frá næmingi, sum ikki verður fluttur upp, geva honum loyvi til at taka árið umaftur eina ferð.


Skilhaldsreglur

Atburður
Næmingarnir skulu í tímum, fríkorterum, á vitjanum, á námsferðum og á veitslum vísa høviskan atburð og halda vanligan fólkaskikk. Tað er strangliga bannað at happa, kúga, at vera særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð. Hetta er bæði galdandi millum lærara og næming og millum lærarar og næmingar sínámillum.

Teldur og telefonir
Teldan er arbeiðsamboð, og skal við í skúlan hvønn dag, um ikki annað er fráboðað. Teldan skal sløkkjast, um lærarin gevur boð um hetta.

Í tímunum skulu telefonir vera sløktar og varðveittar í hylkinum á vegginum í skúlastovuni. Telefonir skulu einans brúkast og vera frammi eftir loyvi lærarans.

Bøkur og annað frálærutilfar
Áðrenn skúlaárið endar, hevur lærari í einstøku lærugreinini ábyrgdina av at savna inn allar bøkur og annað frálærutilfar í lærugreinini, sum næmingar hava lænt frá skúlanum.

Matur og drekka
Næmingarnir eta í kantinuni. Tað er ikki loyvt at eta í skúlastovunum, klivunum ella starvsstovunum.

Upprudding:
Øll hava samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a.:

  • at rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshølum

  • at seta stólar upp á borðini, tá ið skúladagurin endar

  • at vaska talvuna í skúlastovuni

  • at skola brúktar borðiskar av og seta teir í uppvaskibakkan í køkinum

Tá ið royndir verða gjørdar í starvsstovunum, skal farast væl um. Lærari og næmingar hava í felag ábyrgdina av, at høli, tól og útgerð eru ruddað og rein, tá ið royndin er av.

Røklaskipan
Á MIV er røklaskipan, sum gongur á skift millum flokkarnar. Røklarnir vaska upp og rudda køkin, og seta steintoy o.a. upp á pláss.

Parkering
Bilar skulu setast í parkeringsbásarnar á parkeringsplássinum innan fyri skúlan. Einans fólk við rørslutarni kunnu brúka parkeringsplássini við høvuðsinngongdina, sum eru gjørd til teirra.

Royking
Tað er bert loyvt at roykja í roykiskýlinum við parkeringsplássið.

Rúsdrekka og rúsevni
Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við í skúla ella at møta upp ávirkaður. Tað sama er galdandi í sambandi við námsferðir o.l.

Myndir og upptøkur
Ikki er loyvt at taka film, mynd ella ljóð upp uttan samtykki. Ei heldur er loyvt at leggja nakað út á talgildar ella aðrar miðlar uttan loyvi frá viðkomandi, ið er á upptøkuni.

Agatiltøk
Brot á reglurnar í sambandi við skilhald kunnu føra til:

  1. at næmingurin fyrst fær eina rættleiðing/ábreiðslu og boð um at bøta um støðuna.

  2. at næmingur fær skrivliga ávaring við boðum um at bøta um støðuna.

  3. fyribils at nokta næmingi luttøku í undirvísing, tó í mesta lagi 10 dagar samanlagt hvørt skúlaár. Fráveran verður skrásett.

  4. burturvísing. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast uttan ávaring. Talan er tá um t.d. harðskap ella herverk.

Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av hesi grein.

Stakgreina- og sjálvlesandi
Lestrar- og skilhaldsreglurnar á Miðnámi í Vestmanna eru eisini galdandi fyri stakgreina- og sjálvlesandi við teimum avmarkingum, sum eru galdandi fyri hesi.

Kærumøguleikar
Avgerðir hjá rektaranum um átøk mótvegis næmingi, og avgerðir um at nokta uppflyting í næsta flokk kunnu kærast til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. Kæran skal vera skrivlig, hava ítøkiliga grundgeving og skal latast rektaranum. Foreldur kunnu kæra fyri næming, sum ikki er myndugur.

Vestmanna, 7. august 2023

Magnus Gaard
rektari

Næmingaráð

Les meira um Næmingaráð Les meira um Næmingaráð

Næmingaráð eru á øllum útbúgvingarstovnum.

Næmingaráðið røkir áhugamálini hjá næmingunum á skúlanum við at umboða teirra sjónarmið, arbeiðir fyri trivnaði á skúlanum og luttekur í tilrættaleggingini av ymiskum tiltøkum. Alt hetta fyri at lestrartíðin á skúlanum verður so góð, sum yvirhøvur gjørligt.

Í næmingaráðnum á Miðnámi í Vestmanna eru 4 limir (ein fyri hvønn flokk) umframt 4 eykalimir (ein fyri hvønn flokk).

Vit fáa mest ávirkan her á skúlanum, um vit standa saman og hava eitt sterkt næmingaráð, sum kann umboða okkum øll og verða ein virkin og sterk rødd í samstarvinum við lærarar, starvsfólk og leiðslu skúlans.

Um tit hava eitt hugskot, okkurt hjartasuff ella bara hug at taka okkurt evni upp, so kunnu tit leggja tað fyri næmingarráðið.

Næmingaráðið 2023-2024

Bára Carlsson, 1. fl.
Rakul E. Rasmussen, 2. fl.
Kamilla Enomoto, 3. fl.

Eykalimir eru:
Henny K. Derhardsdóttir, 1. fl.
Jón í Horni Nielsen, 2. fl.
Eydna Mouritsen, 3. fl.

Kunngerð um næmingaráð, lærararáð og samstarvsnevnd kann lesast her.

Starvsskipan

Innkalling:
Forfólkið ella næstforfólki kallar inn, ella ein meiriluti í næmingaráðnum, um hann ynskir tað.

Skrá:
Tann, ið kallar til fund, setir eina fundarskrá.
Skráin skal hava eitt punkt, ið eitur ymiskt.

Fundarhald:
Fundur skal vera eina ferð um mánaðin ella eftir tørvi.
Tá ið næmingaráðið verður sett, skal tað velja ein ávísan dag, sum tað ynskir at møtast.
Í minsta lagi tvær ferður hvørt hálvár hevur næmingaráðið fund við rektaran.

Viðtøkur:
2/3 skulu vera møttir, fyri at viðtøkurnar skulu samtykkjast.
Øll eru líkastillað, tá ið viðtøkur skulu samtykkjast.
Meirilutin vinnur.
Stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá forfólkinum avgerandi.

Siðvenjur:
Gerðabók
Fundarfrágreiðing, sum skrivarin skrivar eftir hvønn fund.
Javnstøða í næmingaráðnum
Samanhangandi næmingaráðsarbeiði
Fráfarandi næmingaráð skal gera eina ársfrágreiðing, tá ið árið kemur at enda. Ársfrágreiðingin kann innihalda, hvat er eydnast væl og ikki, hvørji tiltøk, næmingaráðið hevur havt, osfr..

Val til næmingaráðið

Flokstoymið skal skipa fyri, at val til næmingaráðið verður hildið í september. Flokstoymið boðar rektaranum frá úrslitinum, so skjótt sum valið er avgreitt.

Hvør flokkur velur ein lim og ein eykalim. Miðað verður ímóti, at bæði kyn eru umboðað.
Fyrst valda umboðið verður limur í næmingaráðnum. Eykalimurin møtir, um næmingaumboð floksins ikki fær møtt.

Flokstoymi

Les meira um Flokstoymi Les meira um Flokstoymi

Hvør flokkur hevur eitt læraratoymi, hvørs uppgáva m.a. er at ráðleggja, eftirmeta og menna undirvísingina.
Eisini arbeiðir toymið við at fáa ein so góðan trivnað í flokkinum, sum til ber.

Læraratoymið hjá 1. flokki:
Jóhan Hofgaard
Mai. L. Simonsen

Læraratoymið hjá 2. flokki:
Barbara Marinardóttir
William Simonsen

Læraratoymið hjá 3. flokki:
Oddbjørg K. Christiansen
Hans Jacob Kollslíð

Toymisarbeiði - reglugerð

Sambært kunngerð um gymnasialar útbúgvingar kapittul 5 er endamálið hjá flokkstoymum, at fyrireika og leggja undirvísingina til rættis í einstøku flokkunum.

Nakrar ítøkiligar uppgávur í toymunum:
1. Allir lærarar leggja til rættis undirvísingargongdir, verkætlanir og størri uppgávur fyri alt árið í teirra lærugrein í einari lestrarætlan. Alt verður lagt til rættis í Classter og Teams. Toymið tekur samanum og samskipar hetta í mun til arbeiðsbyrðu hjá næmingunum og tvørfakligt samstarv.
2. Toymið hjá 1MIV skipar fyri innleiðslu í 1. flokki.
3. Toymið skipar saman við sínum flokki fyri felagstímum fyri øllum flokkunum seinnapartin fríggjadag. Leiðslan leggur felagstímarnar til rættis fyri árið. Roknast kann við, at hvørt toymi skipar fyri felagstímum einaferð í hvørjum skúlaári.
4. Um tað er møguligt, skipar toymið fyri og luttekur á námsferðini hjá flokkinum. Um ikki, hevur toymið ábyrgdina av at finna lærarar til námsferðina.
5. Toymið hevur skemalagdan fund eina ferð um mánaðin, at fylgja upp upp á lestrarætlan, ráðleggja námsfrøðiliga fyri flokkin og viðgera trivnaðin í flokkinum sum heild.
6. Um trupulleikar eru við næmingum og flokkinum, tekur toymi samband við lestrarvegleiðaran fyrst og síðani leiðsluna.
7. Toymið hevur 2 árligar fundir við leiðsluna um flokkin.

Vestmanna, 25. mai 2023

Magnus Gaard
rektari

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.