Opna leita
Opna menu Opna menu

15. februar 2024

Innskrivingin er opin

Nú ber til at søkja inn á miðnámskúlabreytirnar.

Á Miðnámi í Vestmanna bjóða vit Tilfeingisbreytina.
Tilfeingisbreytin er serliga ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.

Tilfeingisbreytin gevur tær møguleika at lesa m.a. náttúrufrøðiligar lærugreinar so sum lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísindi ella umhvørvisbúskap. Til ber eisini at velja aðra útbúgvingarleið eins og á hinum breytunum, tó  við teimum avmarkingum, sum hægri útbúgvingarstovnar seta um ávís stig í ávísum lærugreinum.

Dømi upp á útbúgvingar, sum fyrrverandi næmingar taka/hava tikið:

  • Marjun lesur medisin
  • Agga er útbúgvin skipsførari
  • Jórun lesur sjúkrarøktarfrøði
  • Bjørg lesur til lærara
  • Teitur er útbúgvin maskinmeistari

Umsóknarblað og vegleiðing er á innskriving.fo: Umsóknarblað til Miðnám og Yrkisnám (innskriving.fo)

Freistin at søkja er 15. mars 2024.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 42 45 73.

 

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.