Opna leita
Opna menu Opna menu

20. februar 2024

Opið hús á MIV

Hóskvøldið 29. februar 2024 kl. 19 verður opið hús á Miðnámi í Vestmanna, har høvi verður at kunna seg um útbúgvingartilboðini hjá okkum, sum eru:

  • Tilfeingisbreytin – ein trý ára gymnasial útbúgving, sum er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.

  • Aliútbúgvingin – ein  4 ára lærlingaútbúgving. Lærlingurin er skiftivís á læruplássinum og í skúla á Miðnámi í Vestmanna. Alifyritøkurnar søkja eftir lærlingum í vár.

Vit bjóða eisini ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lærarar og næmingar gera ymsar royndir í starvsstovuni.

Til ber eisini at fáa hjálp til umsóknina, um tørvur er á tí.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.