Opna leita
Opna menu Opna menu

08. mai 2024

Skriðan 3. mai 2024

Í góðveðrinum fríggjadagin 3. mai fór 2. flokkur á Miðnámi í Vestmanna at vitja skriðuna á Syðradali á Kalsoynni.

Bóndin, Bjørn Kallsø, tók ímóti og greiddi frá um bygdina og staðið, ímeðan gingið varð niðan til skúlan. Her samlaðust øll. Við vóru fleiri løgtingsfólk, landsstýriskvinna, umboð fyri ymsar stovnar og áhugafelagsskapir. Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur frá Tjóðsavninum, greiddi frá um verkætlanina lendisbati, og serliga frá um arbeiðinum við at bøta um skriðuna á Syðradali.

Síðani fingu næmingarnir eina spann við seyðatøðum og sekkir við ull í hondina og farið varð so til gongu niðan til skriðuna. Heruppi við skriðuna, greiddi Kolbrún meira frá um verkætlanina og høvi varð at seta spurningar og eygleiða skriðuna nærri.

Komin oman aftur í bygdina borðreiddu bóndahjúnini við ein góðum bita og onkrum góðum at drekka afturvið. Síðani varð upplegg frá Umhvørvisstovuni og ymsu luttakararnir greiddu frá teirra sjónarmiðum og hugsanum um lendisbata verkætlanina.

Eftir nógvan lærdóm og prát í góðveðrinum varð farið yvirum aftur við Sam, til Klaksvíkar og hvør fór til sítt.

Sí myndir her.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.