Opna leita
Opna menu Opna menu

27. juni 2023

Sveimið og spælið nøkur ár afturat

Røðan hjá Magnusi Gaard, rektara, til prógvhandanina 23. juni 2023.

Tað eru nógvar hugsanir - nýggjar sum gamlar um, hvat ein skúli er og hvønn týdning skúlaskapur hevur í síni heild.

Í Grundtvigsa háskúlatraditión kom livandi orðið og samrøðan millum menniskju altíð fyrst og so lærdómurin. Og eg hugsi, at tað er nakað um tað, sum Grundtvig segði.

Tit eru teir fyrstu næmingarnir, sum eg bæði havi tikið ímóti og nú skal lata víðari út í lívið.

Og akkurát hetta her við, hvat vit ynskja, at skúlin, sum vit vara av, hevur gjørt við tykkum, er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um við høvi sum hesi.

Tað heilt ítøkiliga er sjálvandi prógvið, tit sita við í hondini, og eg skal vera tann síðsti at forsmáa týdningin av tí, men kortini hugsi og vóni eg - at tit hava fingið okkurt meira enn bara tølini og pappírið, tit sita við í hondini?

Eru tit kanska eisini broytt onkurvegna hesi árini, tit hava gingið her og hevur skúlin nakran lut í tí broytingini? Eitt sindur meira fýrkanta kundi eg spurt, hava tit nú eisini lært nakað? Og hvat vil tað yvirhøvur siga at tilogna sær vitan og førleikar til lívið?

Lívið og tilveran kunnu tykjast so undarlig, tá tankarnir fáa flog, og hjá mær at standa her og geva tykkum góð ráð - hóast eg neyvan skilji tann veruleika og tær avbjóðingar tit skulu út at liva í - betur enn tit sjálvi gera, er sjálvandi hugmóð.

Og eitt sum ein skúli í hvussu so er ongantíð skal vera, er ein klekingardepil fyri ávísar tankar og meiningar og ikki geva rúmd fyri øllum hugsanum, livandi orðinum og samtaluni.

So fyri ikki at vassa for langt út í formyndarí og moralskar peikifingrar her á tykkara stóra hátíðardegi man vera best hjá okkum at sveima saman inn í náttúrusøguna onkustaðni at spegla okkum.

Naturen det billige skidt, segði danski rithøvundurin Villy Sørensen í spei einaferð!

Náttúran hevur jú ongan moral og vit kunnu hava allar møguligar tankar og vitan um náttúruna, men í grundini er hon bara har í øllum sínum veldi og yndi uttan nakra sum helst meining um okkum ella okkara tilveru.

Ein streymgágga glíður spakuliga eftir botninum - hon er móð hesa tíðina á árinum, tí lættisoppin var eitt risatak at gýta. Hann lá so fínur millum nakrar steinar við øllum larvunum og nú allar larvurnar eru farnar úr honum at sveima uppi í sjónum liggur hann og skvatlar tómur runt í fjøruni onkustaðni. Tær eru ørsmáar, bleytar og viðbreknar og uttan skel - hesar streymgággularvurnar, sum nú sveima uppi í eini óendaligari trídimensionellari rúmd av havi.

Tað er púra tilvildarligt, hvar tær enda, tær svimja jú ikki, men sveima bara runt i teimum veldugu heimshøvunum við rákinum. Og tær hava onki mál ella mið sum so - uttan at tær einaferð fáa eina vakra reyða skel og blíva ein vaksin streymgágga. Júst hesari sansandi sveimandi tilvildini, sum eyðkennir hetta skeiðið í lívinum hjá einari bleytari viðbreknari streymgággularvu kundu vit kanska lært eitt sindur av.

Í sálarfrøðini haldi eg hetta man svara nøkunlunda til tað, sum ofta verður nevnt flow í arbeiðs- og ítróttarsamanhangum. Hendan sveimandi rekandi kenslan, tá ið vit ikki hugsa so nógv, men bara eru til og tað, sum vit fáast við, kennist gott og riggar.

Enski konservativi heimspekingurin og búskaparfrøðingurin Michael Oakeshot skrivaði eina grein um júst hetta, har hann granskar og samanber menniskaliga virksemi spæl og arbeiði og hvussu týdningarmikið tað er, at vit gera okkum greitt, at tað, sum vit gera í nógvum av lívsins týdningarmiklu løtum, er spæl - og at ikki bara siðbundið arbeiði hevur eitt virði. Og serliga kemur hann fram til, at tað er í tí spælandi tilgongdini, at vit læra nakað nýtt, og at vit tí eiga at hugsa virksemi í einum skúla soleiðis við øllum tí, sum tað inniber.

Og har haldi eg gott, at vit kunnu leggja alla náttúruna afturat hugsanini hjá Oakeshot, tí soleiðis síggja vit jú eisini, at náttúran mennist og er ment. Alt lív er sveimandi og spælandi, so leingi tað kann. Lív og lívverur hava tó við tíðini ein hug at frysta fast í mynstur og vanar. Mynstrini kunnu vera vøkur gamaní, men tey eru júst mynstur og ikki tilvild. Í náttúrusøguni eru mynstrini og vanarnir ígjøgnum millónir av árum fryst fast í lívsringrásini ella fosturmenningini hjá hvørjum einstaka slagi, so at tann trygga tilveran í lættisoppinum tað ævina av lívinum, kann ikki halda fram, streymgággularvurnar skulu úr egginum og út at sveima púra frítt og spælandi í óendaligu havrúmdunum. Og eisini hetta, sum einaferð var eitt spæl, fær ein enda. Ein føgur mjá reyð skel byrjar at vaksa rundan um larvuna og hon glíðir spakuliga niður á botn og byrjar at merkja tyngdakraftina betur. Nú er ikki bara viðrák meira - men eisini mótrák.

Men enn hevur tyngdakraftin vónandi ikki vunnið á tykkum. Sveimið og spælið, so leingi tit kunnu. Ikki alla tíðina sjálvandi. Men hugsi tykkum einaferð bara, um vit ikki høvdu spælið við orðum, litum og tónum. Um vit ikki onkuntíð loyvdu okkum siga okkurt, sum ikki er til ella ongantíð er hent, men sum kanska fær ein týdning fyri onkran kortini. Og um vit ikki eisini løgdu okkum eftir við neyvleika at kanna tað, sum longu er hent. Hetta er jú listin og lærdómurin. Har eru ongir peikifingrar, ongin politikkur og heldur ongin moralsk ráð til tykkum annað enn við eyðmýgd at njóta tað heila - bæði áðrenn og aftan á næsta skeiðið í tykkara lívsringrás og mynstrini, vanarnir og tyngdikraftin fáa ræði á tykkum.

Samfelagið hevur eins nógv brúk fyri hugflogi og leikalyndi, sum tað hevur fyri vanum og hørðum arbeiði.

Speglið tykkum bæði í søguni og náttúrusøguni og skapið framtíðina við tykkara hugflogi heldur enn bara at bíða eftir henni.

Og við hesum orðunum fari eg at ynskja tykkum blíðan byr á lívsleiðini.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.