Opna leita
Opna menu Opna menu

01. mars 2024

Væleydnað Opið hús

Vit høvdu eitt væleydnað Opið hús á Miðnámi í Vestmanna í gjárkvøldið.

Kvøldið byrjaði við, at kunnað var um skúlan og útbúgvingarnar.
Aftaná høvdu tey vitjandi høvi at síggja ymiskar royndir í lærugreinunum lívfrøði og alisfrøði. Eitt av hæddarpunktunum var óivað at síggja og hoyra um lívið hjá krabbunum, hummarum, trælsrassum og streymgággum.
Lestrarvegleiðarin og lærarar greiddu frá og svaraðu spurningum frá teimum, sum umhugsa at søkja inn á miðnám. Eisini var lívligt prát millum tey ungu og starvsfólkini á skúlanum.

Kvøldið var bæði væl vitjað og væl eydnað, og vit takka øllum teimum, sum vóru á gátt, og vóna, at øll fingu okkurt burturúr.

Freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar er úti á midnátt tann 15. mars,
og fer fram á https:www.innskriving.fo

Sí myndir frá Opið hús-kvøldinum her:
https://www.miv.fo/skulin/myndasavn/opid-hus-2024

 

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.