1. Endamálið við breytaruppgávuni er at læra næmingin at fara í dýpdina við einum fakligum evni á einum øki, hann sjálvur hevur valt. Uppgávan er ein liður í at fyrireika seg til breytarverkætlanina 3. árið. Endamálið er, at næmingurin fær greiðu á, hvørji faklig krøv verða sett í samband við breytarverkætlanina. Samstundis skal breytaruppgávan vísa næmingin á týdningin, tað hevur at duga miðvíst at leita eftir tilfari, umframt at hann fær eina fatan av, hvørji formlig krøv verða sett til eina stóra skrivliga uppgávu íroknað keldulista. Breytaruppgávan skal venja næmingin við tvørfakligt arbeiði.
  2. Breytauppgávan verður skrivað 2. skúlaárið í tvørfakligum samstarvi millum tvær lærugreinir, sum næmingurin hevur 2. skúlaárið. Ì minsta lagi ein av lærugreinunum skal vera á A- ella B-stigi.
  3. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar, øki og evni. Næmingar kunnu samstarva, men teir skulu lata inn hvør sína persónliga uppgávu, sum ikki kunnu vera eins. Bólkauppgávur eru ikki loyvdar.
  4. Nýttir verða í mesta lagi tveir skúladagar til sjálva skrivingina, og tá verður vanliga undirvísingin niðurløgd. Frá tí at næmingurin fær uppgávuorðingina, til uppgávan skal latast inn, skulu í mesta lagi ganga 14 dagar.
  5. Hvør næmingur fær tillutaðar tveir vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum hvør sær skulu góðkenna øll næmingaval í lærugreinunum, og saman gera endaligar uppgávuorðingar. Skipa verður fyri vegleiðing har næmingurin fær høvi at práta við báðar vegleiðararnar um evni og uppgávuorðing
  6. Hvør einstøk uppgáva skal vera uml. 6 -10 síður, og tá er forsíða, innihaldsyvirlit, notur, bókmentalisti og fylgiskjøl ikki íroknað. Myndir í tekstinum telja bara við, um tær verða nýttar við nærri grundgeving (t.v.s. at tær kunnu ikki brúkast til ífyllu).
  7. Tað er ikki loyvt næmingi at lata inn skrivligar uppgávur, sum í heilum líki ella partvíst eru skrivaðar av eftir øðrum ella at lata inn avskrift frá øðrum uttan at vísa til kelduna. Heldur ikki er loyvt at lata annan persón skriva uppgávuna ella at lata inn tilfar, sum t.d. er tikið beinleiðis av internetinum. Um svik við skrivligum avriki verður avdúkað, verður næmingurin vístur til skúlastjóran, sum kann seta átøk í verk móti næminginum.
  8. Um næmingur svikar við innlating av breytauppgávuni, verður avrikið ikki góðtikið. Skúlastjórin tekur støðu til, um næmingur skal ganga skúlaárið umaftur, ella um næmingurin fær loyvi at skriva nýggja uppgávu.
  9. Vegleiðararnir vegleiða og rætta uppgávurnar hjá næmingunum. Uppgávan verður dømd við eittans próvtali, men hvør einstakur næmingur fær eisini eina skrivliga meting, har tað væleydnaða og minni væleydnaða verður nevnt.

2. januar 2023: Magnus Gaard