Endamál

Endamálið við breytarverkætlanini er, at tú skalt læra at fara í dýpdina við einum tvørfakligum evni, sum tú sjálv/-ur hevur valt. Tað, at evni er tvørfakligt, vil siga, at tú skalt læra at seta saman vitan úr tveimum lærugreinum, sum tú hevur ella hevur havt á skúlanum. Í verkætlanini skalt tú vísa, at tú megnar at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram faklig evni. Eisini skalt tú vísa, at tú ert før/-ur fyri at nýta viðkomandi tekstgrundarlag og at gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi og eftir vísundaligum reglum.

Praktisk viðurskifti

1. Hvør einstøk verkætlan skal vera uml. 15-20 síður, og tá er forsíða, innihaldsyvirlit, notur, bókmentalisti og fylgiskjøl ikki íroknað.

  • Breddarnir skulu vera 3 cm í vinstru síðu 2 cm í høgru, 2 cm í erva og 2 cm í neðra. Reglugloppið skal vera 1,5 og skriftstøddin 12 í Times New Roman.
  • Reglubrot skulu hava dupult regluglopp.
  • Yvirskriftir kunnu vera størri, tekstur undir myndum, sitatir og fótnotur kunnu vera minni.
  • Myndir í tekstinum telja bara við, um tær verða nýttar við nærri grundgeving (t.v.s. at tær kunnu ikki brúkast sum ífylla).

2. Dentur verður lagdur á at nýta góðan føroyskan málburð og uppseting, samanseting av teksti, talvum og myndum.

3. Úrslitini av egnum royndum og kanningum, kunnu, umframt at verða viðgjørd í tekstinum, eisini lýsast við t.d. myndum, talvum, stabbamyndum, strikumyndum, tekningum o.ø.

4. Tit mugu gjarna arbeiða saman, men skulu lata inn hvør sína verkætlan. Verkætlanir skulu ikki vera identiskar og ikki bólkauppgávur.

Framferðarháttur

Meðan arbeitt verður við hugskotinum er ofta gott at nýta ymisk amboð, at fáa sínar tankar um eitt evni skipaðar. Vælkend amboð eru hugarok, skjótskriving og mindmap, sum tað síðsta.
Eftir hetta eru møguleikarnir at skipa sjálvan arbeiðssetningin við uppgávuni betur og finna fram til hvat meginfokusið í uppgávuni skal vera.

Vegleiðing til skipan av uppgávusvarinum

1. Forsíða. Á forsíðuni skulu í minsta lagi standa hesir upplýsingar:

  • Navn á næmingi
  • Heiti á uppgávuni
  • Høvuðs- og stuðulslærugrein – stigi í lærugreini skal viðmerkjast
  • Lærarar/vegleiðarar

2. Innihaldsyvirlit:

3. Abstract (á enskum)

4. Inngangur: Skriva stutt um hví tú hevur valt júst hetta ávísa evnið, og hví tú hevur gjørt, sum tú gert, og hvat tú hevur kannað.

5. Uppgávuorðing: Her skalt tú skriva uppgávuorðingina. Ansa væl eftir, at tú alla tíðini hevur uppgávuorðingina fyri eygað, tá tú fert at loysa verkætlanina. Uppgávuorðingin kqan eisini vera ein samanrunnin partur av innganginum.

6. Viðgerð av evninum og úrslit: Her fer miðvísa greiningin og viðgerðin fram, sum er ásett í uppgávuorðingini. Hesin parturin er høvuðsinnihaldið í uppgávuni og fyllir tí mest. Halt teg til uppgávuorðingina, tí svarið má vera í tráð við uppgávuheitið og –orðingina.

7. Niðurstøða: Her verður í stuttum tikið samanum høvuðstættirnar í verkætlanini sum heild, um málið er rokkið við tí, sum tú setti tær fyri í innganginum og hvønn týdning úrslitini hava. Set evni tú hevur arbeitt vioð í frásjón í mest møguligan mun.

8. Keldulisti: Seinast í uppgávuni verður skrivaður ein keldulisti yvir tær keldur, sum tú hevur brúkt. Brúka vegleiðingina hjá Magnusi Gaard “Um at gera ein góðan keldulista”, sum tú eisini hevur fingið og er tøkur inni á floksdrevinum hjá tykkum.

9. Møgulig fylgiskjøl: Møgulig fylgiskjøl skulu sendast saman við sjálvari uppgávuni og ikki fyri seg t.v.s at alt skal sendast í einari og somu fílu!