Lestrar- og skilhaldsreglur skúlans hava til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og reglurnar skulu stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Hetta merkir, at lærarar og næmingar virða hvønnannan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum. Øll skulu fara væl um høli, innbúgv, tól og útgerð skúlans.
Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja teimum.
Reglurnar eru gjørdar við heimild í kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013.
Lestrarreglur
Lestrarvirkni og luttøka
Tað er møtiskylda á Miðnámi í Vestmanna. Næmingar skulu møta rættstundis. Roknað verður við, at øll hava virðing fyri undirvísingini, og fara ikki úr flokshølinum uttan loyvi, meðan undirvíst verður.
Hetta merkir m.a.:
- at vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan,
- at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv,
- at taka lut í undirvísing, sum er skipað sum námsferð ella líknandi, og
- at taka lut í allari aðrari undirvísing t.d. sjálvstøðugum arbeiði og fjarundirvísing, sum er løgd til rættis og sum er partur av samlaðu undirvísingini.
- Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.
Eftir umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at vera til staðar, um rektarin metir, at næmingurin ikki er likamliga virkisførur. Er manglandi virkisførleikin ikki eyðsýndur, kann skúlin biðja um læknaváttan, sum næmingurin rindar fyri. Sama er galdandi fyri næmingar, sum av øðrum orsøkum søkja um frítøku.
Somu reglur eru galdandi, tá ið talan er um fjarundirvísing.
Frávera
Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Frávera frá tímum og innlatingum verður skrásett. Øll frávera verður skrásett – eisini sjúka, tannlæknavitjan og um næmingar koma ov seint.
Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru, kann honum verða noktað uppflyting í næsta flokk.
Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.
Lærarar hava skyldu at skráseta uppmøting og innlating av skrivligum avrikum í Classter. Næmingar hava skyldu til at eftirhyggja skrásetingina, og beinanvegin boða frá, um feilur er í skrásetingini.
Frávera í samband við altjóða kappingar/tiltøk
Rundskriv nr. 9004 frá 27. oktober 2016 ásetur, at 10 skúladagar í einum skúlaári er mest loyvda frávera hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan. Næmingar skulu í hvørjum einstøkum føri lata skúlanum haldgóða fráboðan/umsókn frá avvarðandi stovni/sersambandi í góðari tíð frammanundan. Rektarin tekur síðan støðu til, um fráveran kemur undir 10-daga regluna um “loyvda fráveru”.
Agatiltøk fyri vantandi uppmøting og vantandi skrivligar innlatingar
Rektarin hevur ábyrgd av at meta um, um átøk skulu setast í verk móti næmingum, sum ikki røkja sínar skyldur. Skrásetingar eru galdandi fyri eitt skúlaár í senn. Meting um átøk skal í hvørjum einstøkum føri byggja á óheftu fráveruskrásetingina, upplýsingar um orsøkir til fráveruna og kunnleika skúlans um heildarstøðu næmingsins.
Hesi átøk eru galdandi á Miðnámi í Vestmanna:
Námsfrøðilig ábreiðsla: Fer frávera upp um 10% av lisnum tímum/skrivligum innlatingum í einstøku lærugreinini ella upp um 8% av samlaðu lisnu tímunum, gevur rektarin næmingi rættleiðing og námsfrøðiliga ábreiðslu.
Skrivlig ávaring: Tekur næmingur ikki námfrøðiliga ábreiðslu til eftirtektar, fær hann skrivliga ávaring. Í ávaringini verður hann biðin um at fáa uppmøting og/ella skrivligar innlatingar í rættlag. Hetta er ein treyt fyri at kunna halda fram á skúlanum. Er næmingurin ikki myndugur, tryggjar skúlin sær, at foreldrini fáa boð um støðuna.
Burturvísing: Tekur næmingur ikki skrivligu ávaringina til eftirtektar, verður hann vístur burtur av skúlanum.
Svik við innlatingum
Um lærari hevur illgruna um snýt í sambandi við skrivligar uppgávur, tosar hann við næmingin. Um lærarin metir, at talan er um uppgávu hjá øðrum næmingi ella avskrift av netinum ella annað snýt, kann lærarin lata rektaranum málið.
Er eingin ivi, verður ávaring givin alt fyri eitt. Verður brotið endurtikið, fer næmingurin til eyka ársroynd í lærugreinini ella fleiri lærugreinum. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast. Uppgávur, har stórur partur er avskrift av avrikum hjá øðrum ella egnum áður dømdum avriki, telja ikki sum innlatnar uppgávur.
Uppflyting í næsta flokk
Fyri at vera fluttur upp í næsta flokk skal næmingurin hava fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini. Uppflyting verður viðgjørd á fundi millum lærarar og rektara í endanum av skúlaárinum. Er miðal støðumetið undir markinum fyri at standa og metta verður, at næmingurin hevur fingið ov lítið burtur úr undirvísingini, kann rektarin nokta fyri at flyta næmingin upp í næsta flokk. Rektarin kann eftir umsókn frá næmingi, sum ikki verður fluttur upp, geva honum loyvi til at taka árið umaftur eina ferð.
Skilhaldsreglur
Atburður
Næmingarnir skulu í tímum, fríkorterum, á vitjanum, á námsferðum og á veitslum vísa høviskan atburð og halda vanligan fólkaskikk. Tað er strangliga bannað at happa, kúga, at vera særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð. Hetta er bæði galdandi millum lærara og næming og millum lærarar og næmingar sínámillum.
Teldur og telefonir
Teldan er arbeiðsamboð, og skal við í skúlan hvønn dag, um ikki annað er fráboðað. Teldan skal sløkkjast, um lærarin gevur boð um hetta.
Í tímunum skulu telefonir skulu verða sløktar og varðveittar í hylkinum á vegginum í skúlastovuni. Telefonir skulu einans brúkast og vera frammi eftir loyvi lærarans.
Bøkur og annað frálærutilfar
Áðrenn skúlaárið endar, hevur lærari í einstøku lærugreinini ábyrgdina av at savna inn allar bøkur og annað frálærutilfar í lærugreinini, sum næmingar hava lænt frá skúlanum.
Matur og drekka
Næmingarnir eta í kantinuni. Tað er ikki loyvt at eta í skúlastovunum, klivunum og starvsstovunum.
Upprudding
Øll hava samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla.
Hetta inniber m.a.:
- at rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshølum
- at seta stólar upp á borðini, tá ið skúladagurin endar
- at vaska talvuna í skúlastovuni
- at skola brúktar borðiskar av og seta teir í uppvaskibakkan í køkinum
Tá ið royndir verða gjørdar í starvsstovunum, skal farast væl um. Lærari og næmingar hava í felag ábyrgdina av, at høli, tól og útgerð eru ruddað og rein, tá ið royndin er av.
Røklaskipan
Á MIV er røklaskipan, sum gongur á skift millum flokkarnar. Røklarnir vaska upp og rudda køkin, og seta steintoy o.a. upp á pláss.
Parkering
Bilar skulu setast í parkeringsbásarnar á parkeringsplássinum innan fyri skúlan. Einans fólk við rørslutarni kunnu brúka parkeringsplássini við høvuðsinngongdina, sum eru gjørd til teirra.
Royking
Tað er bert loyvt at roykja í roykiskýlinum við parkeringsplássið.
Rúsdrekka og rúsevni
Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við í skúla ella at møta upp ávirkaður. Tað sama er galdandi í sambandi við námsferðir o.l.
Myndir og upptøkur
Ikki er loyvt at taka film, mynd ella ljóð upp uttan samtykki. Ei heldur er loyvt at leggja nakað út á talgildar ella aðrar miðlar uttan loyvi frá viðkomandi, ið er á upptøkuni.
Agatiltøk
Brot á reglurnar í sambandi við skilhald kunnu føra til:
- at næmingurin fyrst fær eina rættleiðing/ábreiðslu og boð um at bøta um støðuna.
- at næmingur frá skrivliga ávaring við boðum um at bøta um støðuna.
- fyribils at nokta næmingi luttøku í undirvísing, tó í mesta lagi 10 dagar samanlagt hvørt skúlaár. Fráveran verður skrásett.
- burturvísing. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast uttan ávaring. Talan er tá um t.d. harðskap ella herverk.
Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av hesi grein.
Stakgreina- og sjálvlesandi
Lestrar- og skilhaldsreglurnar á Miðnámi í Vestmanna eru eisini galdandi fyri stakgreina- og sjálvlesandi við teimum avmarkingum, sum eru galdandi fyri hesi.
Kærumøguleikar
Avgerðir hjá rektaranum um átøk mótvegis næmingi, og avgerðir um at nokta uppflyting í næsta flokk kunnu kærast til landsstýrismannin í mentamálum. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. Kæran skal vera skrivlig, hava ítøkiliga grundgeving og skal latast rektaranum. Foreldur kunnu kæra fyri næming, sum ikki er myndugur.
Vestmanna, 24. mai 2022
Magnus Gaard
rektari