Lestrarvegleiðingin á Miðnámi í Vestmanna veitir vegleiðing í flokkinum eins væl og persónliga vegleiðing. Til ber at tosa við lestrarvegleiðingina um skúlaviðurskifti og eisini um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.
Ivast tú í
- hvønn studning tú hevur rætt til?
- hvussu tú søkir studning?
- hvørjar lærugreinar tú skalt velja annað og triðja árið?
- hvørja útbúgving tú skalt velja aftaná miðnám?
So kanst tú venda tær til lestrarvegleiðaran hjá tínum flokki.
Persónlig samrøða er altíð møgulig. Hendan kann fevna um:
- fakligu menningina hjá næminginum
- persónligu menningina hjá næminginum
- trivnaðin í flokkinum
- og annað
Ein samrøða kann vera stytri ella longri. Hon kann vera í fríkorterinum, matarsteðginum ella eftir avtalu.
Trivnaðarkanningar verða gjørdar 1 - 2 ferðir hvørt skúlaár, og hesar verða fylgdar upp í flokkinum og saman við hvørjum einstøkum næmingi.
Sálarfrøðingar eru eisini knýttir at skúlanum. Lestrarvegleiðingin kann vísa til sálarfrøðing, um tørvur er á tí.
Lestrarvegleiðarar eru:
fyri 1. og 2. flokk: Barbara Marinardóttir
fyri 3. flokk: Kristinbjørg Høgnesen
Næmingar kunnu biðja lestrarvegleiðararnar um tíð til viðtalu. Harafturat hava lestrarvegleiðararnir eisini fastar viðtalutíðir.
Lestrarvegleiðararnir hava viðtalu hesar tíðir:
3. flokkur: Týsdag kl. 12.35-13.20 og annars eftir avtalu við Kristinbjørg.
1. og 2. flokkur: Fríggjadag kl. 9.00 – 10.00 og annars eftir avtalu við Barbaru.