Miðnám í Vestmanna veitir næmingum vegleiðing og ráðgeving í at menna lesi- og skriviførleikar og veitir serliga hjálp, tá talan er um orðblindni og aðrar líknandi trupulleikar.

Í 1. flokki verða allir næmingar kannaðir í mun til lesifatan og skriviførleika, og við støði í kanningini hevur orðblindavegleiðarin samrøður við næmingarnar um týdningin av góðum lesi- og skriviførleikum og um, hvussu hesir førleikar kunnu stimbrast og mennast. Tykist lesing ella skriving trupul á onkran hátt fáa næmingar serliga ráðgeving og tilboð um t.d. talgild hjálparamboð og/ella tilboð um serligar umstøður til próvtøku.

Vegleiðing og ráðgeving til næmingar við serligum avbjóðingum á lesi- og skriviøkinum verður eftirmett og tillagað á hvørjum ári.

Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við orðblindavegleiðaran til prát, vegleiðing og ráðgeving.

Orðblindavegleiðari er Kristinbjørg Høgnesen, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.


Slóðir:

http://www.ljodbokur.fo/

https://ereolen.dk/

http://www.lesa.fo/

https://www.ordblindeforeningen.dk/