Røða hjá rektaranum Magnus Gaard til prógvhandanina á Miðnám í Vestmanna í dag:

Í náttúruni kemur alt aftur á nýggjum á hvørjum ári

Sóljurnar, smálombini og fuglurin. Onkur sólja veksur upp av somu rót, meðan aðrar koma úr einum fræi so fagurtgulu krúnubløðini kunnu sóla sær á fyrsta sinni. Lombini hava bara eina løtu at fóta sær og duga at vera seyður eftir lítlari løtu. Fuglurin kemur trúgvur aftur um somu tíð og søkir sama reiður, um vit loyva honum. Alt samalt nýtt og ungt. Ongin baktanki men trúfast og glað.

Júst hetta brúkar Søren Kierkegaard í einari upbyggiligari talu um liljuna á bønum og fuglin undir himni harsum spurningurin fyri mæta heimspekingin er, hvussu kunnu vit læra hetta? At sleppa baktankum, vera trúføst og glað. At vera sum fuglurin og liljan.

Hygg eftir liljuni á bønum og fuglinum undir himni og ver tú sum tey - skrivar hann. Ein lærumeistari í vakurleika, gleði og trúfesti. Tey koma aftur á hvørjum ári og gleðin við at vera her aftur er sjálvsøgd og uttan at vænta sær nakað afturfyri.

Í stuttsøgusavninum Purkhús skrivar Heðin Brú meistarliga um hetta sama, tá hann og konan eru farin ein túr í Dalhús norðanfyri Vestmanna, fyri at sleppa burtur úr dagsins stríði og strongd. Og har sita tey so eina løtu og eygleiða ein mortítling og hansara ómakaleysu stákan.

“Nátúrin er nú egin - skrivar Heðin Brú - Stormar, stórkavar, gellandi gler leikar á her millum fjøllini. Kortini situr mortítlingurin hvørt vár aftur á steinunum og syngur móti sólini, ikki eitt pu skalað á kroppinum. – Og her situr menniskjað við sínari útgerð, sínum snildum: Hárruskað og niðurfyri komið, rýmt av borgum higar út millum fjøllini at leita sær ugga – hjá mortítlinginum!"

Og lærarin hjá mortítlinginum er mortítlingurin.

Litir og skap í krúnini á einari sólju spretta fram úr einum sprota við gleði - heilt uttan nakrað orsøk.

Og hjá einari streymgággu byrjar lívið sum ein av mongum úr einum lættisoppi sveimandi í rákinum evarska lítil, bleyt, viðbrekin og uttan skel. So nemir hon botn og skelin byrjar at vaksa úr kápuni - snúning fyri snúning til ein vakran snyril. Og hetta er tað fagrasta fyri eyga eins og sangurin hjá mortítlinginum móti sólini er tað fyri oyra.

Hendan ábyrgdin er ómetalig í skúlaverkinum. Ikki at skeikla vøksturin av skelini hjá tykkum og samstundis heldur ikki lata tykkum hvørva heilt inní skelina.

Og júst í hesum hava tit sum byrjaðu á Miðnám í Vestmanna á heysti 2019 tíverri ikki fingið bestu fyritreytir frá okkum. Í fleiri umførum eru tit koyrd til hús fyri at verja okkara gomlu og veiku ímóti korona tí tað var neyðugt. Og tí er tað, at vera ungur miðnámsskúlanæmingur, at sleppa at vera saman í vertskapi og skúla tikið frá tykkum í long tíðarskeið. Og júst har man er saman í tí livandi orðinum kan man læra bæði eitt og annað, júst sum mortítlingurin lærir at vera mortítlingur og lambið at vera seyður.

Og eg kann vissa tykkum fyri at tað hevur pínt meg hvørja fer at taka hendan møguleikan frá tykkum. Eins og tað hevur pínt meg at koyra tykkum heim til fjarundirvísing hvørja fer koronastøðan hevur gjørt tað neyðugt.



Ber til at læra av sóljuni, mortítlinginum ella streymgágguni frammanfyri ein telduskíggja.

Og hvussu kunnu vit sum skúli flyta øll tey ómetaligu virðini í náttúru, samfelag og mentan til næsta ættarlið, tá ið sambandið millum tykkum og okkum er ein telduskíggi ?

Umframt eina inniliga umbering til tykkum fyri hetta, verða míni hjartaliga meintu ráð til tykkum, sum í dag fáa prógv á tilfeingisbreytini í Miðnám í Vestmanna, at tit royna alt hvat tit kunnu, at læra aðrastaðni eisini og ikki bara á telduskíggjum restina av lívinum. Farið ein túr í dalar sum Heðin Brú og latið mortítlingin læra tykkum um treytaleyst ídni, hyggi í veitirnar í bønum í maimána og latið sóljurnar læra tykkum um treytaleysa gleði og minnist mest av øllum til, at sjálvt um skelin er ómetaliga vøkur og tykkara heilt egna so verður lívið nógv ríkari um tit hava dirvi at koma úr henni viðhvørt.

Hjartaliga tillukku við próvnum øll somul og blíðan byr á lívsleiðini.

2019 progv2