Miðnámsskúlin í Vestmanna hevur nú rundað tey 30 árini, har serliga tey fyrstu árini vóru baldrut, men skúlin hevur spakuliga ment seg øll hesi árini. Jákup Andreasen, sum framvegis er skúlastjóri, varð settur stjóri á nýstovnaða Fiskivinnuskúlanum tann 13. januar 1989, og tískil hava bæði skúli og skúlastjóri 30 ár á baki.
Beinanvegin varð farið undir at fyrireika nýggju útbúgvingina, sum serliga varð ætlað leiðandi starvsfólkum innan fiskavirking og aling. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á skúlanum í september 1989. Flestu teirra, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni, og bara heilt fá fóru undir víðari útbúgving.
Um 450 fólk hava tikið prógv av skúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir. Síðstu árini eru alsamt fleiri, sum eru farin undir víðarigangandi og hægri útbúgvingar.
Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru ógvuliga vánalig tey fyrstu 20 árini, og at enda húsaðist skúlin í fýra ymsum sethúsum Inni á Fjørð í Vestmanna. Men hetta broyttist munandi, tá nýggi nýmótans skúlin á ferjuleguni varð tikin í brúk í mars mánaða 2009. Ungdómarnir, sum nú ganga á skúlanum, taka eina gymnasiala útbúgving, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari.
Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á gymnasialu tilfeingisbreytini, sum tann einasti miðnámsskúlin í landinum. Teir seinastu næmingarnir, sum gingu eftir gomlu skipanini, tóku prógv á skúlanum á sumri 2015. Eftir hetta hóskaði gamla navnið á skúlanum ikki til innihaldið í útbúgvingini, og í 2017 varð navnið á skúlanum broytt til “Miðnám í Vestmanna”.
Jákup Andreasen, skúlastjóri, sigur, at hóast 30 ár kann tykjast long tíð í sama starvi, so hava hesi árini verið avbera spennandi, tí nógvar broytingar eru gjørdar bæði í innihaldi og í útbúgvingarskipanini. Umframt skeið til ali- og matvøruvinnuna, sum fingu góða undirtøku, bjóðaði skúlin út yrkisútbúgvingar til landbúnaðin, fiskavirkisvinnuna, alivinnuna og innan fiskireiðskap fyri nøkrum árum síðan, men hesar fingu ongantíð nakra serliga undirtøku.
Skúlin fer nú eisini undir at útbúgva starvsfólk til ferðavinnuna, nú talið av ferðafólki er skjótt vaksandi. Síðsta vetur skipaði skúlin fyri ferðaleiðaraskeiði eftir ynski frá vinnuni og skúlamyndugelikunum, og 19 nýggir ferðaleiðarar fingu prógv síðsta summar. Væntandi verður eitt ferðaleiðaraskeið boðið út aftur nú í summar. Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina nýggja ferðavinnuútbúgving eftir skipanini um styttri framhaldsútbúgvingar, men enn er ógreitt, um nýggja útbúgvingin verður klár at bjóða út longu í summar.