Miðnám í Vestmanna hevur eina ætlan um sorgar- og krepputilbúgving, sum stuðlar, vegleiðir og vísir á leiðreglur í sambandi við vanlukku, sjúku og deyða.
Visiónin er at handfara sorg og kreppu soleiðis, at næmingar og starvsfólk fáa stundisliga umsorgan og stuðul, um tey koma í hesa støðu.

At stuðla og vegleiða næmingum og starvsfólkahópi hesum truplu støðunum er ein sorgarbólkur, sum er samansettur av starvsfólkum og umboði fyri næmingarnar.

Sorgar- og krepputilbúgvingin umfatar hesi øki:

  • Tá ið næmingur, starvsfólk ella avvarðandi hjá næmingini/starvsfólki gerast álvarsliga sjúk.
  • Tá ið næmingur, starvsfólk ella avvarðandi hjá næmingini/starvsfólki doyr.
  • Tá ið skipað verður fyri minningarhaldi
  • Uppgávur hjá sorgarbólkinum

Tú kanst lesa sorgar- og krepputilbúgvingina her.