Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla. Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.
Lærutíðin
Lærutíðin er 4 ár, og útbúgvingin fer fram á skúla og læruplássi, sum myndugleikarnir hava góðkent. Útbúgvingin er 2½ ár á læruplássi, 1½ ár í skúla, og fevnir um hesar partar:
- Byrjunarupplæring á læruplássi í 10 vikur, + 1. skúlaskeið á 20 vikur
- 50 vikur á læruplássi
- 2. skúlaskeið á 20 vikur - endar við próvtøkum, + 30 vikur á læruplássi
- 10 vikur á læruplássi + 3. skúlaskeið á 10 vikur- endar við próvtøkum + 30 vikur á læruplássi
- 10 vikur á læruplássi + 4. skúlaskeið á 10 vikur próvverkætlan