(c) Gulakur Zachariasen

Farið verður til próvtøku í almennum lærugreinum sum próvstovan tekur út í mai-juni 2. skúlaskeið.

Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásettir í námsskipan og námsætlanum fyri einstøku lærugreinarnar og smb kunngerð um próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Í mai-juni 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru próvtøkur í yrkislærugreinum.

3. skúlaskeið verður farið til próvtøku í antin almennari valllærugrein, sum skúlin bjóðar út, ella í Støddfrøði C/Føroyskt C lyft frá E stig til C stig.

Við endan av seinasta skúlaskeiði fer næmingurin til yrkisroynd. Yrkisroyndin er ein skrivlig verkætlan, sum hevur tilknýti til arbeiðið á læruplássinum. Munnlig próvtøka verður hildin við støði í verkætlanini.