Kundi tú hugsað tær at vita nógv um:
- uppruna & búseting í Føroyum
- Ólav kong & Nólsoyar Páll
- føroyska búskapin & livigrundarlagið
- sosiologi & matmentan
- jarðfrøði, plantufrøði og landbúnað
- list, burðardygd & ferðavinnu
- og førleikar at greiða frá og siga søgur?
So er ferðaleiðarskeiðið kanska nakað fyri teg.
Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú lesa til ferðaleiðara.
Skeiðið tekur 1 ár og er sett saman av skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er
skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar
er teoretisk undirvísing við fyrilestrum, floksundirvísing og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er
skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.
Skeiðið byrjar í august og endar í mai. Undirvísingin fer fram á Miðnámi í Vestmanna, eitt kvøld um
vikuna, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið
endar við verkætlan og próvtøku.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21 ár og hevur staðið gymnasialt miðnám. Umframt hetta,
skal umsøkjari hava góðan málsligan førleika í føroyskum, og einum ella fleiri fremmandamálum á í
minsta lagi á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Fremmandamál eru onnur mál enn tey
skandinavisku málini, td. enskt, týskt og spanskt. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við
grundarlagi í eini upptøkusamrøðu.
Skeiðskostnaðurin er kr. 5.000, sum skal rindast, áðrenn skeiðið byrjar.
Lýst verður í miðlunum, tá ið til ber at søkja um upptøku til næsta skeið.
Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Maud Poulsen, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á tlf. 27 04 78
![]() |
![]() |
![]() |