Tilfeingisbreytin – lokal, grøn og global

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi. Á breytini eru tvær lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Hin lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.

Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medicin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og til djóralækna.

Kravdar lærugreinar

1. flokkur tímar      2. flokkur tímar      3. flokkur tímar

Føroyskt A

5

   Føroyskt A  3    Føroyskt A  4

Tilfeingisfrøði B

7,5

   Tilfeingisfrøði B  5   Tilfeingi A  10 

Enskt B

3,5

   Enskt B  4    Evnafrøði B  4

Støddfrøði B

5

   Støddfrøði B  6    2-3 vallærugreinar  10/15

Lívfrøði B

3

   Lívfrøði B  4      

Samfelagsfrøði C

3

   Søga C  3      

Ítróttur og heilsa C

3

   Alisfrøði C  3      

Samskiftistøkni C

3

   Evnafrøði B  3      

Lestrarmenning

1

  1 vallærugrein   3/4      

Vallærugreinar:

1. flokkur tímar      2. flokkur tímar      3. flokkur tímar
      Fyriskipan C 3   Enskt A 5
      Heimsspeki C 3   Støddfrøði A  5
      Danskt B 4   Ítróttur B 5
            Alisfrøði B 5
            Lívfrøði A 5