Próvtøkur á Tilfeingisbreytini verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum. Talið av próvtøkum er í minsta lagi 8. Harafturat kemur breytarverkætlanin, ið telur sum ein próvtøka.
Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærugreinar á A-stigi, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytarverkætlanin ikki íroknað.
Tann einstaki næmingurin í 3 ára breytaskipanini skal í minsta lagi hava 3 skrivligar próvtøkur og í minsta lagi 3 munnligar próvtøkur.
Næmingar á tilfeingisbreytini skulu altíð upp í tilfeingi A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.

Sjálvlestur

Yrkis miðnám og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum sjálvlestur.
Sjálvlesandi fáa tilboð um fakliga vegleiðing, antin sum einstaklingur ella í bólki.
Innskrivingarskipanin er opin frá 1. oktober til 15. mars. Tá tú hevur innskrivað teg til próvtøku sum sjálvlesandi, fært tú innan 14 dagar ein teldupost sendandi um innskriving, próvtøkugrundarlag og próvhoyrara.

Stakgreinalestur

Yrkis miðnám og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum stakgreinalestur.
Stakgreinalesandi fylgja undirvísingini eftir somu treytum sum onnur lesandi. Tey fylgja undirvísingini í flokkum ella valbólkum, sum longu eru settir á stovn á útbúgvingarstovninum.
Upptøka til stakgreinalestur er treytað av, at undirvíst verður í lærugreinini, og at pláss er.
Umsóknarfreistin er 15. mars. Til ber tó at senda umsókn um stakgreinalestur fram til skúlaársbyrja í august. Umsóknarblaðið skal latast skúlanum saman við avriti av prógvi og dóps- ella navnabrævi.