Treytin fyri upptøku á tilfeingisbreytini er:

  • at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  • at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði
  • at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út
  • at tú hevur havt undirvísing í alisfrøði í í minsta lagi 2 ár
  • Næmingar, sum hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting – møguliga ein faklig upptøkuroynd – og taka støðu út frá henni.

Søk um upptøku á www.innskriving.fo. Umsóknarfreistin er 15. mars.