Støddfrøði A

Lærugreinin støddfrøði er við til at menna tann støddfrøðiliga førleika, sum samfelagið og tann einstaki krevja. Fyri at røkka hesum førleika mugu næmingarnir bæði arbeiða verkliga og ástøðiliga.
Undirvísingin skiftir ímillum kanningar, spæl, hugflog og at loysa uppgávur og ítøkiliga rokning. Í tøkni og sniðgeving og í gerandisdegnum annars er støddfrøðin eitt amboð. Í støddfrøðini í skúlanum verður arbeitt við meginhugtøk, hættir og samboVndini teirra millum.
Støddfrøði A byggir á undirvísingina í støddfrøði B.
Undirvísingin eggjar somuleiðis næminginum til at menna sínar royndir í fakinum og hugburð sín til støddfrøði, samstundis sum undirvísingin skal geva honum hollan, fakligan førleika, so at góðir lunnar verða lagdir undir lívlanga læring.
Undirvísingin í støddfrøði A er 125 klokkutímar.

Lívfrøði A

Endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at næmingurin fær vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnaøki, samstundis sum áhugi hansara fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður.
Næmingurin skal við sínum arbeiði í lærugreinini menna ábyrgdarkenslu fyri sær sjálvum, øðrum livandi verum og burðardyggari menning. Næmingurin skal eisini læra at skilja sambandið millum lívfrøðiliga vitan og tað at brúka hana í sambandi við tøknilig og vinnulig viðurskifti.
Kjarnaøkini í lærugreinini á A-stigi eru lívevnafrøði, kyknulæra, lívvirkisføri, genetikk, smáverulívfrøði, vistfrøði og náttúruvísindaligir arbeiðshættir.
Harumframt verður undirvíst í týdninginum av lívfrøði, lívfrøði sum vísindafaki, molekylérlívfrøði, biotøkni, meginreglum fyri burðadyggari menning, og bioetiskum spurningum.
Undirvísingin í lívfrøði A er 250 klokkutímar.

Enskt A

Lærugreinin enskt A snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini.
Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.
Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.
Í lærugreinini verður tosað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.
Enskt á A-stigi byggir á enskt á B-stigi, og undirvíst verður í 125 klokkutímar.

Alisfrøði B

Endamálið við undirisingini í alisfrøði B er, at næmingurin fær grundleggjandi innlit í náttúruvísindaligar arbeiðshættir og alisfrøðisligan hugsanarhátt við denti á almenna mentan
Næmingurin fær eina fatan av, hvussu myndlar kunnu nýtast sum amboð í sambandi við, at alisfrøðilig fyribrigdi og tilgongdir verða lýst kvalitativt og kvantitativt, umframt førleikar at nýta einfaldar myndlar at lýsa ymisk alisfrøðilig fyribrigdi.
Næmingurin ognar sær ítøkiliga vitan um náttúruvísindaligar tulkingar av heiminum kring hann.
Næmingurin evnar at lýsa og fremja einfaldar alisfrøðiligar royndir, m.a. at seta fram og falsifisera einfaldar hypotesur, og á tann hátt styrkja sína fatan av samspælinum, ið er millum praktiskar royndir og vísindalig ástøði
Næmingurin arbeiðir við innihald og próvførslu í tøkni-náttúruvísingaligum tekstum, sum hann grundar yvir, við tí endamáli at ogna sær fakligar førleikar sjálvstøðugt at nýta alisfrøðisliga vitan og tøkni, og evnar at miðla hesa vitan til ávísan málbólk
Næmingurin fær at síggja ítøkilig dømi um viðkomandi tøkni-náttúrufaklig greiðsluevni í sambandi við vísindi, menning og framleiðslu, har alisfrøðin hevur ein týðandi leiklut í sjálvari loysnini
Undirvísingin í alisfrøði B er 200 klokkutímar yvir 2 ár.

Ítróttur B

Ítróttur á B-stigi snýr seg um kropsligt virkni og íðkan av ítróttargreinum. Kapping og kropslig avrik eru aðalmál. Hetta verður stuðlað av vitan frá náttúruvísindaliga, humanistiska og samfelagsvísindaliga økinum.
Ítróttarligt hegni gevur rørslugleði og stimbrar hugin at spenna seg út kropsliga. Lærugreinin gevur eisini innlit í, hvønn heilsufremjandi týdning íðkan hevur og eina fatan av, hvønn mentanarligan týdning, ítrótt hevur.
Ítróttur á B-stigi byggir á lokið C-stig í ítrótti og heilsu, og undirvíst verður í kropsligum virkni, fjølbroyttar ítróttagreinum og -virksemi, at fremja kropstamarhald og bóltførleika, umframt venjingar, sum fremja hugdýpan í tí ástøðiliga partinum av ítróttalærugreinini.
Átøðiliga verður undirvíst í náttúru- og heilsuvísindaligum, umframt humanistiskum og samfelagsvísindaligum ástøði og háttalag um venjing, lívsstíl og ítróttavanar og ítróttir, sum leggja dent á samarbeiði og etikk og at menna sjálvsálit
Undirvísingin í ítrótti B er 125 klokkutímar.

Heimsspeki C

Lærugreinin heimspeki viðger spurningar, sum eru grundleggjandi fyri menniskjaligu tilveruna og fyri allar lærugreinar og øll vísindi.
Í lærugreinini heimspeki verða týðandi greiðsluevni innan nýtta og ástøðiliga heimspeki viðgjørd í sett í høpi, eins og heimspekiligt og hugmyndasøguligt yvirlit verður gjørt yvir høvuðstíðarskeiðini fornøldina, renesansuna, upplýsingartíðina og nýtíðina.
Kjarnin í heimspeki er at seta djúpar spurningar og at hugsa vandaliga um møgulig svar og próvførslu tvørturum faklig og vísindalig mørk.
Lærugreinin heimspeki viðger spurningar úr bæði einum reglubundnum og einum hugmyndasøguligum sjónarhorni.
Undirvísingin í heimspeki C er 75 klokkutímar.

Fyriskipan C

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin ognar sær førleikar í at arbeiða við og umhugsa innanhýsis viðurskifti í fyriskipanini og samspæl hennara við samfelagið.
Næmingarnir skulu menna evnini til sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur at arbeiða við fyriskipanarligum viðurskiftum og trupulleikum. Dentur verður lagdur á, at næmingar nýta fyriskipanarlig ástøði í mun til veruleikakend dømi ella veruligar fyriskipanir – í Føroyum og altjóða.
Lærugreinin skal menna evnini hjá næminginum at:
arbeiða sjálvstøðugt við evnir og í samstarvi við onnur
greina, meta um og viðgera faklig evni
nýta ymiskar miðlar og ymisk sløg av tilfari, tá ið arbeitt verður við faklig evni og uppgávur
viðgera miðlar og tilfar á kritiskan hátt
orða fyriskipanarligar trupulleikar í veruligum ella veruleikakendum dømum, og skjóta upp loysnir og møguleikar
taka upp aktuell evni ella viðurskifti og viðgera tey í fakligum høpi
nýta og taka uppí onnur fakøki, tá ið tað er viðkomandi.
Undirvísingin í fyriskipan á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.