Nýggj aliútbúgving á Miðnámi
- Detaljer

Í heyst byrjar ein nýggj útbúgving á Miðnámi í Vestmanna. Talan er um yrkisútbúgving sum alari, sum verður sett á stovn eftir tilmæli frá aktørunum í alivinnuni.
Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.
Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.